NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Sjúraberg farin til fiskiskap aftur

10/3/2017

Comments

 
Billede
Eftir sera stuttan steðg, fór Sjúraberg til fiskaskap aftur, hetta hendi klokkan eitt hósnáttina og eru teir nú á veg eystur í Barentshavið.

Norðoya Portalurin ynskir skipara og manning góðan og skjótan túr.

SáH

Comments

Økiskvotur skapa betri atgongd kring landið

9/3/2017

Comments

 
Billede
Tað skal vera gjørligt hjá økjum í landinum, sum ikki hava atgongd til vinnumøguleikar í verandi skipan, at bjóða seg fram at gagnnýta tilfeingið, heldur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

Økiskvotur eru eitt av nýggjastu málunum í uppskotinum um fiskivinnunýskipan, sum samgongan legði fram mánadagin.

Høgni Hoydal upplýsti á tíðindafundinum, at sambært uppskotinum, so kunnu partar av kvotum bjóðast út við atliti til økir í landinum. Talan verður um eina gjøgnumskygda skipan, har tær treytir, ið galda fyri hesa útbjóðing, verða væl og virðiliga lýstar. Tað verður ikki landsstýrismaðurin, ið velur út, hvør ið sleppur framat, men talan verður um eitt alment útboð.

Sjá meira HER

JáH (y) 10.03.2017
Kelda: Løgtingið

Comments

350 løntakarar fleiri seinasta hálva árið

8/3/2017

Comments

 
Billede
Í desember í fjør vóru 25.696 løntakarar, árstíðarjavnað, og er hetta sjeyndi mánaður á rað við vøkstri. Síðan 2014 hevur tað verið javnur vøkstur at kalla hvønn mánað, og seinastu trý árini eru lagstir eini 2.000 løntakarar aftrat. Í 2016 var lítil støðgur í vøkstrinum á vári, men síðani hevur vøksturin verið ein tann størsti seinasti trý árini. Seinasta hálva árið eru 350 løntakarar fleiri komnir aftrat.

Sjá fleiri hagtøl HER

Tað vóru flest løntakarar á páskum 2008, beint yvir 26.000, og framvegis vænta eini 300 í at náa tann toppin aftur. Við verandi gongd verður tað tó upp undir summarfrítíðina, at tað aftur verða yvir 26.000 løntakarar í Føroyum.

JáH (y) 09.03.2017
Kelda: Hagstovan 08.03.2017

Comments

Fyribyrging av arbeiðsvanlukkum innan norðurlenska fiskiveiðu hevur virkað.

8/3/2017

Comments

 
Billede
Talið av arbeiðsvanlukkum innan fiskiskap er týðiliga minkað. Hettar er serliga galdandi fyri álvarsligar arbeiðsvanlukkur og deyðsvanlukkur.

Í eini nýggjari norðurlendskari samarbeiðsverkætlan hevur man kannað, tað sum er gjørt og hevur virkað, tá talan er um fyribyrging av arbeiðsvanlukkum innan fiskiskap í Norðanlondunum. Evnið hevur ikki áður verið granskað og lýst í Norðanlondum.

Gongdin í arbeiðsvanlukkutilburðum innan fiskiskap seinastu 15 – 20 árini er lýst nágreiniliga, og greitt verður frá tí, sum er gjørt hesi árini fyri at fyribyrgja høga talinum av vanlukkum innan hesa vinnu. Fiskimenn eru spurdir, hvat teir sjálvir halda hevur gjørt mun, og út frá hesum samrøðum verður teirra boð givið uppá, hvat teir halda hevur havt týdning og hevur virkað, tá talan er um fyribyrging av arbeiðsvanlukkum.

Samanumtikið vísir kanningin, at tann jaliga gongdin innan tilburðir av arbeiðsvanlukkum í Norðanlondum, ikki bara kann forklárast við einum einstøkum faktori, men heldur út frá heildini av teimum íverksettu trygdarátøkunum – eitt samanspæl av fyribyrgjandi átøkum, sum hava havt eina jaliga og týðandi ávirkan á hugburð, trygdaratburð og arbeiðsvanlukkur innan fiskiskap.

Kanningin sæst á: TemaNord, Nordisk Ministerråd: Klikk her" Prevention of accidents at work in Nordic fisheries: – What has worked?

Við ymisku miðlunum niðanfyri ynskja vit at geva okkara útgávu so góða digitala sjónligheit sum møguligt.

TemaNord og Nord útgávur útgevast sum:

* Open Access version (ókeypist i PDF format).

* ISSUU version (ókeypis sum interaktiv magasinversion).

* E-bók útgáva (EPUB format til sølu).

* Trykt útgáva (til sølu – millum annað sum print eftir eftirspurningi).

TemaNord og Nord distribution: * Open Access publicering i DiVA (NMRs fælles publikationsplatform), som høstes af mange databaser, bl.a. Google Scholar. * Distribution via Den Internationale Valutafonds (IMF) eLibrary. * Distribution og salg via nordiske ebogdistributører og e-boghandler (se eksempel).

* Distribution af e-bøger til svenske og danske folkebiblioteker. * Distribution og salg via Apple iBookstore og Amazon Kindle Store (se eksempel) * Aktivering i Google Books (se eksempel). * Distribution via OAPEN library (se eksempel) * Aktivering af DOI hos CrossRef (http://crossref.org). * Distribution til biblioteker (globalt) via OCLC WorldCat, EBSCO, ebrary og Proquest. * Distribution via ISSUU. * Annoncering i boghandlerkataloger via vores distributør (Rosendahls). * Annoncering i internationale boghandlerkataloger via Nielsen Book Data.

* Salg via Nordisk Ministerråds webshop. * Annoncering på Twitter og LinkedIn. * Registrering og visning på norden.org * Annoncering via nordisk nyhedsbrev.

* Annoncering via interessentlister.

* Annoncering på Nordlys (NMRS’ intranet).

Comments

Ein nýggj og varandi fiskivinnuskipan

7/3/2017

Comments

 
Billede
FISKIVINNUNÝSKIPAN: Við nýggju fiskivinnunýskipanini verður staðfest,  at eingin privatur ognarrættur verður til fiskatilfeingið.

Undir heitinum “Ein nýggj og varandi skipan” legði landsstýrið seinnapartin sína fiskivinnunýskipan fram á tíðindafundi í Tinganesi. Millum aðalmálini við nýggju fiskivinnunýskipanini eru:  

  • - At eingin privatur ognarrættur verður til fiskatilfeingið
- At kapping verður um at økja um virðið á tilfeinginum
- Møguleikar hjá øllum fólki í landinum
- At sosial og samfelagslig atlit verða tikin

​Á tíðindafundinum legði Aksel V. Johannesen, løgmaður, dent á, at uppskotið hjá landsstýrinum er semjusøkjandi. Hann helt, at talan var um eitt uppskot við einari góðari javnvág millum neyðuga stabilitetin og neyðuga dynamikkin.

”Í tilgongdini hava vit tikið fleiri lutir við okkum frá ymiskum pørtum, bæði frá hoyringum og frá samráðingum, ið vit hava mett hava verið skilagóð íkast. Tað skal vera mín vón, nú vit leggja okkara uppskot fram, at vit fáa eitt lívligt, men virðiligt orðaskifti um okkara høvuðsvinnu,” segði Aksel V. Johannesen, løgmaður. 

Les/sjá meira HER

JáH (y) 08.03.2017
​Kelda: Løgtingið 06.03.2017

Comments
Forward>>
    Picture
    Billede
    Picture

    Greinar

    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.