Sigurfari hevði ein leka og Klaksvíkar Sleipistøð, Mest á Skála og Mest í Tórshavn høvdu øll skip uppi, so Sigurfari mátti tað longu leið heilt til Suðuroyar.
Á Klaksvíkar Sleipistøð var Klakkur á bedning.
Hugdi í Skipsportalin og kannaði hvør átti KG. 374 og hetta stóð á teirra heimasíðu, sum als ikki er uppdatera:
Dýrindal KG 374
Navn: DýrindalHeimstaður: HaraldssundEigari: Ólivant P/f
Dýrindal aftur av túri við 22.320 pundum
Dýrindal hevur trolað úti á Skeivabanka í góðar 3 dagar og hevur boðið veiðuna út, sum er 22.320 pund um telefonsøluna hjá Fiskamarknað Føroya. SKIPSMYNDIR: Dýrindal KG 374Veiðan, sum hevur eitt virði uppá einar 214.861,-
Men Norðoyar Portalurin kann upplýsa Skipsportalinum, at KG. 374 er Sigurfari og teir eru áveg til Suðuroyar á beding.
Jú, jú, tað almenna í Føroyum hevur altíð virka væl.
SáH