Til tess at ímynda tað samstarv, sum nýggja KT-skipanini í øllum liðum byggir á, er tað eitt krav, at í minsta lagi fýra fólk eru við í uppgávuni at finna eitt navn, júst tí at hon krevur samstarv.
Umframt, at navnið skal verða eyðsýnt og lættliga kennast aftur, skal tað eisini vera nýtiligt í teim ymsu undirvísingarumhvørvunum.
Heildarætlanini um nýggju KT skipanina, sum varð handað landstýrismanninum fríggjadagin 4. september 2020, sæst á heimasíðuni hjá Undirvísingarstýrinum og á Snar.
Freistin at senda navnauppskot inn til dómsnevndina er úti fríggjadagin 4. desember 2020.
Í Dómsnevndini eru umboð fyri Undirvísingarstýrið, Nám og Talgildu Føroyar. Dómsnevndini tilskilar sær rætt at velja frítt millum innkomin uppskot, eisini at laga til ella vraka uppskot.
Vinningurin í kappingini um navnið á nýggju KT-skipanini fyri Undirvísingarverkið er 20.000 krónur.
Uppskot verða send til: [email protected]
Vinnarin verður kunngjørdur á samkomu í Undirvísingarstýrinum í januar 2021. Hettar verður lýst nærri, og øll sum senda inn, fáa beinleiðis boð um úrslitið.
Ynskja tit at vita meira um hesa kapping, eru tit vælkomin at skriva til [email protected]
Undirvísingarstýrið