
Stóru politisku málini fyri allar tríggjar uppsjóvarstovnarnar eru framtíðar býtini millum strandarríkini og at áseta mest loyvdu veiði fyri 2022.
Harumframt eru á skrá at seta vísindaligar bólkar fyri bæði makrel og svartkjaft at savna saman alt taltilfar viðvíkjandi vísindaligum rannsóknum og fiskiskapi í felags frágreiðingar, eins og tað verður árliga gjørt viðvíkjandi norðhavssild. Slíkar frágreiðingar verða nýttar í samráðingum um framtíðar býtini.
Innleiðandi samráðingarnar millum Føroyar og Bretland um sínámillum fiskirættindi fyri 2022 vóru longu í gjár mánadagin og vóru londini bæði samd um týdningin at hava skipaði viðurskifti sínámillum á fiskivinnuøkinum.
Fyrsta samráðingarumfar millum Føroyar og Bretland verður í Føroyum væntandi í seinnu hálvu av novembur mánaði, har høvuðsmálini verða at býta kvotur sínámillum, atgongd viðvíkjandi uppsjóvarfiski og samstarv hesum viðvíkjandi.
Fiskimálaráðið