NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​BankNordik lækkar rentuna á bústaðarlánum og privatum innlánum

12/12/2019

Comments

 
Billede
​BankNordik lækkar rentuna á bústaðarlánum og privatum innlánum

Í september lækkaði BankNordik renturnar, og í tí sambandi fingu vinnukundar í bankanum negativa innlánsrentu. Í dag boðar bankin frá, at innlánsrentan hjá privatkundum eisini verður negativ frá mars 2020. Samstundis verður bústaðarlánsrentan lækkað niður í 2,75%.

Yvirskipaða gongdin á marknaðinum og áhaldandi negativa rentan hjá tjóðbankanum hava við sær, at BankNordik fer at lækka renturnar hjá privatkundum í mars komandi ár. Sostatt verður rentan á innlánskontum hjá kundum, ið eiga omanfyri 500.000 kr. lækkað niður í -0,75 % p.a. Sama renta verður galdandi fyri pensjónskontur. BankNordik tekur sostatt somu avgerð sum fleiri danskir peningastovnar, hvørs kundar seinastu mánaðirnar hava fingið negativa innlánsrentu. Orsøkin er lága rentustøðið, ið hevur við sær, at bankin í eitt longri tíðarskeið hevur havt útreiðslur av innlánum, sum kundar hava í bankanum.

”Higartil hava privatkundar verið undantiknir negativari rentu, og vit høvdu vónað, at tað ikki fór at gerast neyðugt at seta negativa rentu á privat innlán. Útlit eru tó ikki fyri, at rentustøðið fer at hækka fyribils, og tí hava vit tikið avgerð um at tillaga okkara rentur, so tær í størri mun samsvara við marknaðargongdina. Sostatt lækkar rentan á bústaðarlánum við 0,2 %-stigum, soleiðis at lægsta bústaðarrenta verður 2,75 % p.a. Fyri privatkundar verður negativ innlánsrenta sett á upphæddir omanfyri 500.000 kr. umframt á pensjónskontur. Hóast tað ikki er hugaligt at lækka innlánsrentuna fyri privatkundar, so er hetta ein neyðug avgerð, ið skal fyribyrgja, at vit tapa pening av at bjóða okkara tænastur”, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Børn og ung undir 29 ár verða tó undantikin negativum rentum og fáa í staðin 0,00 % p.a. í rentu á øllum innlánskontum og pensjónskontum.

Kundar, ið vilja sleppa undan at gjalda negativa rentu, kunnu økja møguleikan fyri størri avkasti við at gera íløgur fyri peningin. Tað ber til at gera íløgur gjøgnum Netbankan, og eisini ber til at fáa serfrøðingar at røkta íløgurnar. Íløgur hava tó samstundis altíð ein ávísan váða við sær, og BankNordik fer í næstum at seta seg í samband við kundar, ið verða ávirkaðir av rentubroytingini, til tess at greiða frá teimum møguleikum, ið kundarnir hava.

Samstundis sum renturnar verða tillagaðar, broytir bankin eisini prísir og einfaldar fyrimunaskipanina fyri at styrkja inntøkugrundarlagið og tryggja kundunum uppaftur betri ráðgeving. Frameftir fer fyrimunaskipanin sostatt bert at hava tvey stig: Nordik+ og NordikPremium.

Comments
    Picture
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.