
Klakkur hevur ligið í nakrar vikur, har ymsar umvælingar hava verið gjørdar við skipi, men nú var klárt at fara túr aftur.
Nakað av fólki vóru á kajuni og nýggju myndamaðurin hjá Norðlýsinum Jákup Ósa, var eisini til staðar. Pápi til skiparan Vilhelm Johannesen var eisini og segði farvæl.
Norðoya Portalurin var á kajuni, við ein av manningini umborð og hann var sera spentir at sleppa til skips aftur eftir at hava verið landkabbi í mong ár. NP ynskir skipara og manning góðan túr og gott fiskarí.
SáH