Stjórin í Klaksvíkar Timburhandli Símun á Høvdanum sigur í stuttari viðmerking, at undirtøkan var ov lítil og einamest frá teimum stóru byggivirkinum og hondverkarnum í býnum og frá Klaksvíkar Kommunu.
Hetta er bert ein staðfestin og nú hava tveir Timburhandlar latið aftur innan fáar mánaðar í lokala samfelagnum og nærhendis Klaksvík, teir eru 2x3 á Kamsdali og so nú Klaksvíkar Timburhandil í Klaksvík.
Glaður fyri privatu kundarnar
Klaksvíkar Timburhandil fekk nógvar privatar kundar, hesi árini vit hava selt á Bøgøtu og á Varpinum og teir hava vit verið sera glaðir fyri. Einamest hava vit selt gólvir og loftir frá donsku fyritøkuni Wallmann, men tíðin er kanska farin frá smáu fyritøkunum í okkara býi.
Sera spennandi uppgávur fyri framman
Nú verður so byrjað uppá eina aðra síðu, við Klaksvíkar Timburhandli og Klips, har farið verður aftur á gamlar gøtur, eitt nú, at selja fyri útlendskar fyritøkur og kanska man eisini ferð man í samstarv við onkra føroyska fyritøku, men tað verður sum umboðsmaður/seljari. Virksemi verður á sama stað, á Stangarvegi 4 og har Norðoya Portalurin eisini ferð at halda til.
Norðoya Portalurin prioterast hægri
Eitt sum hevur ligið á láni í longri tíð, er Norðoya Portalurin og hann ferð man íholt við at gera betri og at fáa hann á eitt enn hægri støði. Norðoya Portalurin er sera nógv vitjaður, har vit tann 5. juli í ár høvdu yvir 43.000 vitjandi. Har er ætlanin, at hann skal gerast enn sjónligari, bæði heima og úti í stóru verð, har vit fara at leggja okkum í kappingina við hinar portalarnar í Føroyum, einamest við góðum lýsingarprísum, tíðindum og við góðum myndum.
símun á Høvdanum vil takka øllum, sum hava stuðla Klaksvíkar Timburhandil. Klaksvíkar Timburhandil lukkar ikki, men vit byrjað uppá eina nýggju síðu og vit síggja ljóst uppá framtíðina.