Evnið verður marknaðarføring á netinum og Hergeir P. Vang ráðgevi í sosialum miðlum og talgildari marknaðarføring undirvísir.
Fyrilesturin fer at snúgva seg um hvussu tú sum íverkseti ella fyritøka á bestan hátt marknaðarførir teg á netinum:
Hví og hvussu skal eg brúka sosialu miðlarnar?
- Ger fyrst og fremst tað tú brennir fyri
- Hav altíð MINST eitt mál
- Lurta og ver til staðar
- …og minst til at selja!
Tiltakið verður mikudagin 15. juni frá kl. 15-16 í Íverksetarahúsinum, Garðavegur 57, og er ókeypis.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Tilmelding fer fram við at senda teldupost til [email protected]
Avmarkað pláss.
Skrivað hevur Sóley Heradóttir Hammer