- Eg havi glett meg nógv at byrja, og tí er frálíkt at vera komin í gongd. Arbeiðsøkið er stórt og uppgávurnar nógvar, tí vil eg sjálvsagt nýta fyrstu tíðina at møta nýggju starvsfeløgum og vitja stovnar og fyritøkur í kommununi, og við tíðini menna eitt gott samstarv á vinnu- og mentarnarøkinum, sigur Eirikur í Jákupsstovu.
Eirikur í Jákupsstovu er 31 ára gamal, útbúgvin løgfrøðingur og er búsitandi í Klaksvík. Eirikur hevur millum annað starvast hjá Betri Trygging, sum ráðgevi á Fólkatingi, umframt royndir sum journalistur hjá Kringvarpinum og Miðlahúsinum.