Fleiri ítøkilig átøk eru í pakkanum. Høvuðsátøkini eru, at fyritøkur kunnu fáa fíggjarliga hjálp til rakstur, ein FAS-skipan verður stovnað fyri flogfeløg, ein serskipan verður stovnað fyri arbeiðandi fólkapensjónistar, og tollkredittur fyri innflutning verður útsettur.
– Fyri at sleppa undan hóphúsagangi, tryggja álit á búskapin og at halda samfelagshjólunum koyrandi, er neyðugt við fleiri tiltøkum, ið hjálpa fyritøkum at rinda fastar útreiðslur, og sum gera tað høgligari at reka vinnu undir truplu íkomnu umstøðunum, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum.
Endurgjaldsskipanin til fyritøkur inniber í høvuðsheitum, at endurgjald verður rindað fyritøkum, ið hava stórt fíggjarligt tapt, orsakað av teimum tiltøkum, ið eru sett í verk fyri at tálma coronasmittuni.
Í summum vinnugreinum er eftirspurningurin minkaður burtur í einki. Inntøkurnar hjá fyritøkunum er meira ella minni burtur, samstundis sum fastar útreiðslur skulu rindast, og tað kann í ringasta føri elva til, at nógvar fyritøkur fara á húsagang.
– Við hesum átøkunum vilja vit forða fyri, at heilsukreppan fær óneyðuga harðar og drúgvar avleiðingar fyri føroyska búskapinum, sigur landsstýrismaðurin.
Treytir verða settar
Endurgjaldsskipanin fevnir um allar føroyskar fyritøkur, sum í tíðarskeiðnum 31. mars til 30. juni 2020 hava í minsta lagi 50 prosent afturgongd í søluni sammett við sama tíðarskeið í fjør. Fiskiskapur, aling, fiskavirkir o.l. eru ikki fevnd av skipanini.
Treytir fyri at fáa endurgjald eru m.a., at fyritøkurnar skulu ikki rinda út vinningsbýti næstu trý árini, og at samsýning til stjóra og leiðslulimir ikki er meira enn 600.000 kr. í ár.
Les meira um treytir o.a. í endurgjaldsskipanini her. Skipanin verður í gildi frá 1. apríl 2020 til 30. juni 2020.
Eisini verður ein FAS-skipan fyri flogfeløg stovnað. Flogvinnan er undir stórum trýsti, og tað er neyðugt at tryggja føroyskari flogvinnu kappingarførar karmar, tá ið hon aftur fer at taka dik á seg.
Hetta er næsti hjálparpakkin í røðini. Hjálparpakki 1 varð einmælt samtyktur í løgtinginum tann 18. mars, og hann innibar endurrindan av løn undir sjúku, ískoyti til niðursetta arbeiðstíð, tiltøk at betra um likviditetin hjá fyritøkum, og garantiskipan fyri rakstrarfígging til fyritøkur.
Umhvørvis- og Vinnumálaráðið