Fleiri orsøkir eru til seinkingina. Vánaligt veður er ein stór orsøk. Partarnir hava tó ikki verið samdir um nakrar av orsøkunum, og heldur ikki, hvør skuldi ábyrgdast fyri seinkingarnar. Av somu orsøk hava partarnir heldur ikki verið samdir um, hvussu nógv tíðarætlanin skuldi leingjast, og hvat seinkingin kom at kosta.
Fyri at loysa ósemjuna og sleppa undan drúgvum gerðarrættarmáli, hava samráðingar verið millum Tórshavnar kommunu og J&K Petersen. Úrslitið er ein semja, sum inniber, at arbeiðið verður liðugt og avhent kommununi í seinasta lagi 29. februar 2016.
Arbeiðstakarin fær goldið sáttmálaupphæddina uppá 54,6 miljónir, umframt 5,46 miljónir fyri avtalaðar og ætlaðar avtalur um eykaveitingar og øll eykaarbeiði annars. Tað merkir, at samlaði kostnaðurin fer at svara til tað, kommunan upprunaliga setti av til endamálið.
Fyri seinkingarnar rindar arbeiðstakarin Tórshavnar kommunu 3,44 miljónir í dagbótum. Nevnast kann, at J&K Petersen upprunaliga høvdu lægsta tilboð uppá arbeiðið, næstlægsta tilboð var uppá 75 miljónir krónur.
JáH (y) 13.11.2015
Kelda: Tórshavnar Kommuna