Sera nógv fólk vóru møtt upp og skal eg siga sum tað er, so føldi eg meg stak væl, sjálvt um eg var ein av teimum heilt fáu, sum ikki hava somu politisku hugsjón, sum tey flestu í Gamla Seglhúsinum ígjár. Tit kunnu gita hví :)
Gunnar Nolsøe ynski vælkomin og so vóru nakrar røður. Borgmeistarin Jógvan Skorheim og Signhild V. Johannesen forkvinnan í Mentarnevndini hildu tvær góðar røður, um hvønn týdning Steintór Rasmussen hevur havt fyri býin og Jógvan Skorheim handandi Steintór eina gávu frá Klaksvíkar Kommunu, tað var Kærleikskúlan og tað helt hann hóskaði væl til persónin Steintór.
Steintór tók síðani orðið og vildi hann ogna sínum børnum fyrstu eintøkini av bókini og hartil fingu tey øll eitt gott orð við á vegnum, sum hann hevði fest á bøkurnar.
Framløgan endaði við at Steintór, Rakul og Pætur við Keldu sungu ein sang og ein sera hugnalig løta var komin at enda. Stórt tillukku Steintór og gleða vit okkum at lesa bókina.
SáH