Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum, sum er hend tvey tey síðstu árini og tykist at halda fram, kemur ikki av veksandi burðaravlopi, ið hevur verið áleið tað sama síðstu árini, men av stórum broytingum í flytingini millum Føroyar og útlond.
Her er tað serliga fráflytingin til útlond, sum er minkað munandi. Hetta er sjónligt, um vit sum í myndini niðanfyri samanbera 12-mánaðarskeiðini oktober-september síðstu fimm árini.
Les meira HER
JáH (y) 13.11.2015
Kelda: Hagstovan