Nú klári eg ikki at halda mær meir, tað gjeldur høgguslokkin vit nú fáa frá agnasøluni Kambi,havi tosað við fleiri útróðrarmenn og teir hava ringt til mín, allir siga tað sama høgguslokkurin kann ikki brúkast, tann eini báturin hevði høgguslokk frá næstsíðstu sending og fekk 12.600 pund, fer so út aftur um somu leið vit tí (so kallaða nýggja høgguslokkinun) og fær 3.500 pund?🤔, ein annar bátur eg tosaði við koyrdi bara nýggjan høgguslokk uppá 1 stamp fekk 3 fiskar á tí stampinun annars fekk hann knapt 200 pund uppá stampin við hinum agninun,og formaðuri á agnasølini í Runavík tími eg ikki at snakkað við tí hon er hvørki til at høgga ella stinga í og so skulu vit betala 26 kr kg fyri hattar lortið, á eskjinun stendur onki um nær og hvar hann er fiskaður, stendur bara eitt hvítt klistrimerkið, sum Íslendingarnir hava klaska uppá pakkarnar.
Hvør hevur eftirlit við slíkum vørum? ella er nakað eftirlit og kann ein og hvør selja fóður og agn? Seldi JFK Heilsøla ikki agn fyrr, eru teir givnir ella selur ongin agn her norðuri?
SáH