NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​UNESCO-sáttmálin um mentanarligt margfeldi setast í gildi fyri Føroyar

12/5/2023

Comments

 
Picture
Løgtingið samtykti í dag einmælt at seta UNESCO-sáttmálan um verju og fremjan av mentanarligum margfeldi, sum varð samtyktur á aðalfundi í UNESCO 20. oktober 2005, í gildi fyri Føroyar.

Mentanarpolitisk stevnumið um at verja og fremja mentanarliga margfeldið hava stóran týdning fyri livikor og virksemi hjá lista- og mentanarøkinum sum heild, tað er tí at frøast um, at Føroyar taka undir við sáttmálanum, eins og flest øll lond í heiminum longu hava gjørt", sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.
 Yvirskipaða endamálið við sáttmálanum er at tryggja londunum rættin at reka mentanarpolitikk í egnum landi, at verja mentanarliga margfeldið og ásanna týdningin, ið mentanarligt margfeldi hevur fyri grundleggjandi mannarættindi. Harafturat er endamálið at fremja mentanarligt samstarv tvørtur um landamørk og fremja samstarv og samhaldsfesti við menningarlond til gagns fyri alt heimssamfelagið.

 Sáttmálin staðfestir rættindi, skyldur og møguleikar hjá pørtunum og vísir á, at mentanarligt virksemi, vørur og tænastur bera í sær samleika, virði og týdning, ið eru bæði mentanarlig og búskaparlig, og at atlit má takast at báðum. 

 Tiltøk, ið sáttmálapartarnir fremja, kunnu millum annað fevna um lóggávu á mentanarøkinum, vinnu- og tænastufremjandi tiltøk, stuðulskipanir, ið fremja margfeldi, til listafólk, miðlar og íverkseting. Sáttmálapartarnir verða eggjaðir til at skapa góðar umstøður og at stuðla skapandi virkseminum hjá listafólkum, og víst verður í hesum sambandi serliga á kvinnur, minnilutar og upprunafólk.

 Sambært UNESCO eru mentanarligu og kreativu vinnurnar millum skjótast vaksandi sektorar í heiminum. Mentanarligi sektorurin svarar fyri 6,1 % av heimsbúskapinum, og 30 mió. fólk, serliga ung fólk, starvast innan økið. Víst verður eisini til heimsmálini, har mentanarligu og kreativu vinnurnar eru avgerandi fyri at røkka málunum um ein javnari alheims búskap.

Í dag hava 195 lond umframt ES tikið undir við UNESCO-sáttmálanum. Undirtøka fyri UNESCO-sáttmálanum er harafturat ein fortreyt fyri limaskapi í ES-samstarvsætlanini Creative Europe 2021-2027, ið veitir stuðul til listaligar og mentanarligar verkætlanir umframt verkætlanir innan kreativar vinnur. Tað var føroyska UNESCO-nevndin, sum upprunaliga heitti á landsstýrið um at fáa UNESCO-sáttmálan settan í gildi fyri fyri Føroyar.

Innihaldið í sáttmálanum er mentamál, men av tí at talan er um at Føroyar taka undir við einum altjóða sáttmála, heitti Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, á Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum, um at leggja uppskotið til samtyktar fyri Løgtingið.

Almanna- og mentamálaráðið

Comments
    Picture
    Billede
    Picture

    Greinar

    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.