Í Týsklandi fara góð 18 millinóir menniskjur í nærmastu framtíð at missa arbeiðið - tí at maskinur og robottar fara at yvirtaka teirra arbeiðið. Serliga bilframleiðarar fara yvir til maskinurnar, tí at tær arbeiða meiri effektivt enn vit menniskjur.
Í Asia hava teir framleitt eina robott í Toshiba, sum tekur ímóti kundunum og biður teimum vælkomin. Kanska tað mest ræðandi við hesum er, at robotturin líkist júst okkum menniskjum.
Men hetta er ikki bert vánaligar nýggjheitir, sigur Ingla Burk frá Toshiba við blaðið Die Welt. Tí hesir robottar skula jú hava menniskjur at stýra teimum og tað merkir nýggj spennandi arbeiðir fyri framman.
JáH (y) 10.05.2015