NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Nýggjar reglur um veiðu eftir hummara til húsbrúks

10/6/2022

Comments

 
Picture
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur lýst kunngerð, sum broytir skipanina í fiskiskapi eftir hummara soleiðis, at nú kunnu bátar, ið ikki hava hummaraloyvi, aftur fiska hummara til húsbrúks.

Frammanundan var treyt fyri at fiska hummara, at tú hevði hummaraloyvi – eisini um bert varð fiskað til húsbrúks. Henda treyt kom í regluverkið fyri góðum tveimum árum síðani, eftir at vinnuligu hummarabátarnir høvdu gjørt vart við, at teir kendu seg darvaðar av vaksandi og óskipaðari veiðu til húsbrúks.

Men henda broyting rakti tey, sum av og á settu nakrar rúsir fyri at fáa sær eitt kók av hummara, og sum ikki høvdu hummaraloyvi.

Við kunngerðini, sum nú er lýst, er serlig skipan gjørd, so tað aftur ber til at fiska hummara til húsbrúks uttan at hava hummaraloyvi ella annað fiskiloyvi frá Vørn. Loyvt er tó ikki at avreiða ella á annan hátt selja fongin.

Í veiðu til húsbrúks er loyvt at hava í mesta lagi 15 rúsur standandi í sjónum í senn. Annars galda somu teknisku reglur um reiðskap, merking av reiðskapi, minstamát á hummara o.a., sum eru í vinnuliga fiskiskapinum.

Gerast skal vart við, at broytingin fevnir ikki um økini sunnan fyri Streymin í Sundalagnum, á Kollafirði, á Skálafirði, á Kaldbaksfirði, á Tangafirði og á Funningsfirði. Á hesum økjum er  framvegis bert loyvi at fiska hummara, um tú hevur vinnuligt hummaraloyvi sambært kunngerðini um vinnuligan fiskiskap eftir hummara. Hetta eru tey økini, har mesta vinnuliga hummaraveiðan er.

Landsstýrismaðurin fer at fylgja væl við, hvussu nýggja skipanin við hummaraveiðu til húsbrúks fer at roynast, og um tørvur verður á, at reglurnar verða endurmettar.

Kunngerðin um fiskiskap eftir hummara til húsbrúks kann lesast her.

Fiskimálaráðið

Comments
    Picture
    Billede
    Picture

    Greinar

    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.