Á fundinum greiddi Drew Feustel frá starvinum sum astronautur og virkseminum hjá NASA. Hann hevur starvast sum astronautur hjá NASA í út við 25 ár, og hevur m.a. tikið lut á trimum rúmdarferðum, og verið úti í rúmdini tilsamans 226 samdøgur.
Við á fundinum var David Arge Klevang Pedersen, serfrøðingurin í rúmdartøkni á DTU Space. David hevur m.a. við til at menna myndatólið Perserverance Rover hjá NASA sum gjørdi rannsóknir á Mars. Uni Árting granskari hjá Jarðfeingi er limur í Mars 2020 Science Team (Perserverance) hjá NASA.
Skift var orð um hvussu Føroyar, føroyskt vinnulív og føroyskir granskarar kunnu veita vitan og tænastur til rúmdargransking- og virksemi.
Í samgonguskjalinum er ásett, at stimbrast skulu vinnur, ið krevja góðan KT-førleika, eitt nú rúmdartengd vinna og gransking.
Drew Feustel er í Føroyum sum partur av einum kunningartiltaki hjá Fróðskaparsetur Føroya um rúmdargransking.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið