
Línuskip: Tað eru tvey ísfiskalínuskip, sum fiska við Grønland. Tey fiska mest tosk. Vit vantað at bæði koma at landa fyrst ella miðskeiðis í vikuni. Eitt ísfiskalínuskip er við Ísland, men landar neyvan í vikuni. Eitt frystilínuskip er eisini við Ísland. Undir Føroyum eru bara tvey línuskip til fiskarí. Eitt er á svartkalvaveiðu og landar helst miðskeiðis í vikuni. Hitt fiskar longu, men landar neyvan í vikuni. Nøkur línuskip fara helst út í næstum.
Útróður: Streymurin er góður, men harðnar út á vikuna. Veðri verður gott, so umstøðurnar skuldi verði rímuligar til útróður. Men tað er ring fiskitíð hjá útróðrabátunum, so tí eru ikki so nógvir bátar, sum rógva út fyri tíðina.
Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju, men fara helst út í næstum.
Partrolarar: Teir flestu eru til fiskarí. Fiskiskapurin er brúkiligur. Fáa lítið og einki av hjáveiðu. Partrolarnir koma inn sum vikan líður. Trý pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Tríggjir eru á landleiðini og koma allir at landa mánadagin. Teir hava ein blanding av toski, hýsu, havtasku, tungu og reyðsprøku. Hinir trolbátarnir fara helst út um vikuskiftið.
Garnaskip: Eitt fiskar svartkalva, og kemur helst at landa síðst í vikuni, brúkiligt fiskarí. Eitt fiskar havtasku. Eitt er farið á beding.
Kelda: www.fmf.fo
SáH