Lønargjaldingarnar gjørdu eitt lop í triðja ársfjórðingi 2013, tá tær fóru upp um 1,8 milliard og síðan hava tær verið á sama stigi.
Lønirnar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðar, so her verður árið higartil samanborið við sama tíðarskeið árini frammanundan.
Fyrsta ársfjórðing 2014 vóru útgoldnar 1.739 milliónir í lønum, tað eru 63 milliónir fleiri enn fyrsta ársfjórðing 2013. Framgongdin er 3,7% sum er tann størsta síðan 2007.
Tað er framgongd í øllum høvuðsvinnugreinum, og størsta framgongdin er í byggivinnuni. Byggivinnan rindaði 219 milliónir í lønum fyrsta ársfjórðing, og tað er 19 milliónir meira enn í 2013. Framgongdin er nærum 10%. Í hinum høvuðsvinnugreinunum var framgongdin millum 1,3% og 4,4%
Stutt um árstíðarjavning og trendinÁrstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.
Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her
Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum