Vilt tú sleppa av við luktin skjótari, kanst tú brúka ráan leyk. Tú skalt bara flysa ein stóran leyk, skera hann í helvt, leggja hann á ein tallerk ella í eina lítla skál, og so seta hann miðskeiðis í tí rúminum, sum júst er blivið málað.
Leykurin dregur síðani luktin í seg, og aftan á nakrar tímar er tað mesta at málingaluktinum burturi. Leykurin má ikki brúkast til matgerð, tá hann hevur verið brúktur til at beina fyri lukti.
Kelda: Balslev