NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Kvotur játtaðar til vinnuligar royndir og verkætlanir og til ítøkilig skipakeyp

27/9/2021

Comments

 
Picture
​Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur sambært § 49, stk. 1 í sjófeingislógini tikið avgerð um at játta kvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti til fimm verkætlanir.

Talan er um tríggjar verkætlanir viðvíkjandi vinnuligum royndum á virkjum á landi og tvær verkætlanir til ítøkilig skipakeyp.

Fiskimálaráðið fekk 44 umsóknir um kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir, harav tær 14 vóru til ítøkilig skipakeyp. Í mun til lógarbundna metingargrundarlagið í løgtingslógini um sjófeingi og í  kunngerð um kvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti til vinnuligar royndir og verkætlanir, komu fleiri væl undirbygdar umsóknir inn.

Nøgdin, sum søkt verður um í teimum 44 umsóknunum, er tó nógv meir, enn hvat er sett av sambært sjófeingislógini, og tí kann kvota ikki verða játtað øllum skikkaðum umsóknum.

Játtað er trimum verkætlanum kvotur til vinnuligar royndir til menning og nýskapan. Í heildarmetingini er umframt at meta um, hvussu verkætlanin stuðlar undir menning og nýskapan, dentur lagdur m.a. á fíggjarliga orku hjá umsøkjarunum, eins og hvørjar førleikar grundarlagið fyri vinnuligu royndini ella verkætlanini er bygt á.

Harumframt er eisini lagt til grund at lata kvotur til verkætlanir, sum heilt ella í stóran mun eru bygdar á uppsjóvarfisk eina, heldur enn at lata uppsjóvarkvotur til tann partin av vinnuni, ið hevur rímiliga støðugt virksemi grundað á botnfisk.

Avgerð landsstýrismansins er, at feløgini Sp/f Tavan í Leirvík, P/F Vestmanna Fiskavirki í Vestmanna og Sp/f 31.01.2011 á Sandi fáa kvotur játtaðar.

Talan er um treytaðar játtanir, har feløgini innan 4 vikur skulu vísa á endaligt skjalprógv fyri m.a. avtalu við skip at fiska kvoturnar, fíggjarligari orku og møguligari lánsfígging.

Játtaðu kvoturnar (tons) at fiska í 2021 eru :

Picture
Avgerð landsstýrismansins er, at feløgini Sp/f Ango í Vági og Sp/f Gráastein í Tórshavn fáa kvotur játtaðar til ítøkiligt skipakeyp.

Játtað er tveimum verkætlanum kvotur í sambandi við ítøkiligt skipakeyp. Verkætlanir, ið snúgva seg um ítøkilig skipakeyp, hava tørv á lutfalsliga stórum kvotum, um tær skulu kunna fremjast í verki. Í viðgerðini er dentur lagdur á treytirnar i lóggávuni og í metingarskjalinum. Harumframt hevur landsstýrismaðurin í síni avgerð lagt dent á fíggjarliga styrki í eginpeningi, eins og hvørjar beinleiðis royndir sjálvir stigtakararnir hava til fiskiskap og skiparakstur.

Talan er um treytaðar játtanir, har feløgini innan 4 vikur skulu vísa á endaligt skjalprógv fyri m.a. eginpeningi, lánsfígging og endaligum keypssáttmála.

Játtaðu kvoturnar (tons) at fiska í 2021 eru:

2021
Picture
Norðhavssild 3.412 tons bæði til Sp/f Ango og Sp/f Gráastein, síðsta kolonnan.
Fiskimálaráðið
Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.