NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Økt virksemi í 3. ársfjórðingi hjá BankNordik

29/10/2019

Comments

 
Billede
​BankNordik kunnger í dag roknskapin fyri 3. ársfjórðing, sum er serliga merktur av øktum virksemi, afturførdum niðurskrivingum og lágum rentum. Tølini bera boð um, at kundar bankans sum heild eru væl fyri fíggjarliga, og alsamt fleiri føroyingar velja at fíggja bústaðin við realkredittláni.

”Hóast marknaðarumstøðurnar og framhaldandi lága rentustøðið gera tað avbjóðandi at reka bankavirksemi, eru vit nøgd við úrslitið. Vøksturin í 3. ársfjórðingi stavar serliga frá vøkstri á realkredittøkinum, hækkandi tryggingarinntøkum og afturførdum niðurskrivingum. Góða gongdin hevur við sær, at nettoúrslitið fyri árið væntandi verður betri enn upprunaliga mett,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Einki røkist fyri, at lága rentustøðið á altjóða marknaðinum fer at broytast fyribils. Til tess at viga upp ímóti teimum útreiðslum, sum negativu renturnar hava við sær fyri bankan, lækkaði BankNordik herfyri allar innlánsrentur. Fyri vinnukundar merkir hetta, at innlánsrentan er vorðin negativ.

Vøkstur í realkredittlánum
Lága rentustøðið er ein fyrimunur fyri kundar, ið skulu taka lán til bústaðin. Hetta sæst aftur í vøkstrinum í realkredittlánum í BankNordik. ”Føroysku húsarhaldini hava vanliga fíggjað bústaðin við bankaláni, men nú bendir nógv á, at hetta fíggingarmynstrið er við at broytast. Alsamt fleiri av okkara kundum velja realkredittlán, sum í hesum døgum gevur møguleika fyri einari fastari lágari rentu. Samanborið við sama tíðarskeið í fjør er vøksturin í realkredittlánum uml. 200 mió. kr.”, sigur Árni Ellefsen.

Góða gongdin í føroyska samfelagnum sæst eisini aftur í virkseminum hjá dótturfeløgum bankans. Inntøkurnar hjá Trygd eru øktar, og fáir stórir skaðar hava verið. Eftirspurningurin eftir bústøðum er framvegis stórur, og Skyn avgreiddi umleið 190 ognarsølur ársins fyrstu 9 mánaðar.

Nýggj deild letur upp í Klaksvík
Í næstum letur BankNordik nýggja bankadeild upp á Biskupstorginum í Klaksvík. Nýggja deildin er partur av stóru byggiverkætlanini, ið skal vera við til at menna miðbýin í Klaksvík. Endamálið við nýggju deildini er at geva bæði starvsfólkum og kundum betri og nútímans karmar. Almenn móttøka verður 14. november.

Roknskapurin í stuttum
* Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 130 mió. kr. samanborið við 137 mió. kr. sama tíðarskeið í 2018.

* Bankin førdi aftur niðurskrivingar á útlánum fyri 80 mió. kr. samanborið við 93 mió. kr. sama tíðarskeið í 2018.

* Rakstrarúrslitið gjørdist 211 mió. kr. samanborið við 230 mió. kr. sama tíðarskeið í 2018.

* Úrslitið fyri skatt gjørdist 201 mió. kr. samanborið við 286 mió. kr. sama tíðarskeið í 2018. Stóri munurin stavar í mestan mun frá stakinntøkum í sambandi við søluna av høvuðssæti bankans.

* Útlán bankans vóru 10 mia. kr., sum er á sama støði sum í fjør.

* Innlán bankans hækkaðu úr 13,2 mia. kr. í 3. ársfjórðingi í 2018 upp í 13,5 mia. kr.

* Realkredittlán hækkaðu úr 12,1 mia. kr. í 3. ársfjórðingi 2018 upp í 12,9 mia. kr.

* Solvensurin hækkaði úr 17,6% í 3. ársfjórðingi 2018 upp í 21%.

* Leiðslan varðveitir væntanirnar um eitt rakstrarúrslit fyri roknskaparárið 2019 áðrenn niðurskrivingar millum 160 og 200 mió. kr. (1.-3. ársfjórðing 2019: 130 mió. kr.).

* Tann 18. oktober hækkaði BankNordik væntanirnar til nettoúrslitið fyri 2019 úr 150-180 mió. kr. til 170-210 mió. kr. (1.-3. ársfjórðingur 2019: 158 mió. kr.). 

Billede
Billede
Comments
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly