Jákup B hevur roynt í Eystur Grønlandi og var fiskiskapurin góður og hava teir mestsum fulla last, umleið 200.000 pund, har næstan alt er toskur. Samanlagt 1661 kassar og har besti dagurin var 342 kassar.
61.170 blivu seld via uppboðssøluna hjá FMF og var miðalprísurin 14.89 og samlaða sølan var 925.586,50 kr.
Annbjørg S. á Høvdanum var við á hesum túrinum og gjørdi hon kanningar, ísamband við hennara granskingarprojekt, men eisini hjálpi hon til, tá ið teir rokaðust og tá var hon í Galluni og gjørdi mat til manningina. Hon lat væl at túrinum og tá ið eg tosaði við manningina í morgun, vóru teir stak væl nøgdir við Annbjørg og hava teir longu bjóða henni kjans í summarferiu, har hon kann vera kokkur umborð.
SáH