Gadus er fullfermdur umleið 760 tons í lastini og hava teir roynt í norskum sjógvi.
Gadus fór avstað tann 17. januar og vóru á fiskileiði eystur í Barentshavinum tann 21. januar, so hetta hevur verið ein skjótur túrur.
Væntandi verður Gadus á Klaksvík um 3-4 dagar.
Vit ynskja skipara og manning skjóta og góða heimreisu.
SáH