Semjan er gjørd til tess at tryggja og varðveita fiskirættindini hjá føroyskum og bretskum skipum í ávikavist bretskum og føroyskum sjógvi tað, ið eftir er av árinum, um Bretland fer úr ES uttan ein skilnaðarsáttmála 31. oktober 2019. Hon fevnir sostatt bæði um kvotabýti og atgongd.
Føroyar og Bretland undirritaðu harumframt á søguliga fundinum semju um samstarv um fiskiveiðieftirlit.
Við semjunum báðum eru Føroyar og Bretland samd um at halda fram við at styrkja og menna fleiri ára gamla vinalagið og góðu viðurskiftini landanna millum sum næstu grannar í Landnyrðingsatlantshavi. Við hesum verða eisini tryggir karmar skaptir fyri vinnuna í londunum báðum, eins og at felags fiskastovnar verða umsitnir á ein burðardyggan hátt.
Mynd: Herluf Sigvaldsson, føroyskur samráðingarleiðari og Colin Faulkner, bretskur samráðingarleiðari