NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Føroyar í New York til várs

6/12/2023

Comments

 
Picture
Stórt føroyskt mentanarátak verður í New York frá apríl til juli í 2024. Átakið verður fyriskipað av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Almanna- og mentanamálaráðnum og Visit Faroe Islands, í samstarvi við Scandinavia House, ið hýsir tiltakinum.

Endamálið við átakinum er at sýna fram føroyska mentan og list. Talan er um eina røð av tiltøkum innan bókmentir, tónleik, film, sniðgeving, gastronomi og ferðavinnu, sum fara fram millum 9. og 21. apríl, umframt eina listaframsýning, ið verður opin frá apríl til juli.

Tiltøkini verða í Scandinavia House í New York, og verða fyriskipað í samstarvi við Listasavn Føroya, FarLit, Faroe Islands Music Export, Fróðskaparsetur Føroya, Filmshúsið og ein bólk av føroyskum sniðgevum. Fyrreikingarnar eru í gongd, og skráin fyri føroysku mentanardagarnar verður almannakunngjørd fyrst í komandi ári.

Í 2020 varð partalagsyvirlýsing millum Føroyar og USA undirritað. Avtalan skal leggja lunnar undir styrkt samstarv millum Føroyar og USA, m.a. innan gransking, mentan og vinnu. Mentanarátakið er liður í at birta undir samstarv millum Føroyar og USA innan mentan og kreativar vinnur. Eftir ætlan letur upp føroysk sendistova í Washington á heysti 2024.

Ein partur av átakinum er, at Uttanríkistænastan og nýggja sendistovan í Washington skipa fyri eini VIP móttøku og døgurða 11. apríl 2024 í Scandinavia House, har Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, verður vertur. RÆST fer at borðreiða við brellbitum við føroyskum rávørum, og Eivør hevur eina tónleikaframførslu.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, letur upp føroysku listaframframsýningina í Scandinavia House 13. apríl, tá eisini Karina Lykke Grand, stjóri á Listasavninum og føroysk listafólk verða til staðar.

Scandinavia House
Scandinavia House: The Nordic Center in America er fremsta norðurlendska mentanarhúsið í USA, og húsast á Park Avenue á Manhattan. Húsið lat upp í ár 2000 og hevur framsýningar, tiltøk og annað, ið varpar ljós á norðurlendska mentan. The American-Scandinavian Foundation (ASF) eigur og rekur Scandinavia House. Felagsskapurin varð stovnaður í 1911, og hevur til endamáls at fremja mentanarlig sambond millum USA og Norðurlond.

Sí meira kunning um Scandinavia House og American-Scandinavian Foundation á www.scandinaviahouse.org

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.