NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

FERÐ ER KOMIN Á GRØNA ORKUSKIFTIÐ

24/9/2021

Comments

 
Picture
​

Streymurin frá vindmyllum verður skjótt fimmfaldaður, og SEV fer at spara 30.000 tons av olju um árið.

Í hesi vikuni hava 12 privatar fyritøkur boðað frá, at tær hava bundið seg til at minka teirra útlát av vakstrarhúsgassi við í minsta lagi eini helvt innan 2030. Tríggjar av fyritøkunum eru farnar so langt sum at siga, at tær skulu als ikki hava nakað útlát í 2030.

Hetta eru gleðilig tíðindi, tí skulu vit røkka málinum um eitt grønt orkuskifti, mugu bæði tey sum framleiða orku, og tey sum nýta hana vera við í skiftinum. Tað nyttar ikki at framleiða meira enn fólk og virki klára at brúka. Tí má framleiðslan og nýtslan ganga hond í hond. Vit skulu á aðrari síðuni framleiða nógv meira streym úr grønum orkukeldum, og á hinari síðuni skulu vit umleggja nýtsluna í samfelagnum frá olju til el.

Tað er eingin loyna, at umleggingin til grøna framleiðslu hevur rent seg í nógvar forðingar á vegnum, og hesar hava seinka arbeiðinum nógv, men nú sær út til, at vit um stutta tíð fara at síggja úrslit, sum fara at gera góða mun.

Fimmfalda grønu framleiðsluna
Verandi vindmyllur í meginøkinum framleiða tilsamans umleið 50 – 60 GWt um árið. Men nú eru tríggjar vindmyllulundir ávegis, og tá tær eru komnar í gongd (helst innanfyri tvey tey næstu árini), fara tær at framleiða tilsamans 220 GWt afturat verandi myllum. Vit tosa sostatt um eina fimmfalding av vindorkuni í meginøkinum. Hetta fer at hava við sær, at SEV fer at spara 30.000 tons av olju um árið.

Umframt hetta er ein vindmyllulund tikin í nýtslu í Suðuroy í ár, sum kann framleiða umleið 20 GWt um árið. Hetta svarar til miðalnýtsluna hjá 4.000 húskjum. Lundin í Porkerishaga er fyrsta nýggja vindmyllulundin í Føroyum síðani 2014.

Í fjørð varð biogassverkið Førka tikið í nýtslu. Tað framleiðir grøna el-orku sum svarar til nýtsluna hjá 1.200 húskjum, umframt hita og heitt vatn til umleið 400 hús.

Nevnast kann eisini, at SEV hevur sett sólpanel upp og royndir verða eisini gjørdar við sjóvarfallsorku.

Longu er nógv hent
Eg eri tí als ikki samdur við teimum sum siga, at einki er hent frá almennari síðu viðvíkjandi grøna orkuskiftinum. Nógv er hent, og uppaftur meira er á veg.

Tað er tí gleðiligt, at privata vinnulívið og einstaklingar eisini taka við grøna orkuskiftinum, og vilja umleggja nýtsluna frá olju til grøna orku, tí saman skulu vit flyta okkum fram á grønu leiðini.

Helgi Abrahamsen

Sambandsflokkurin

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.