NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Fakta mugu vera røtt – viðmerking til Føroya Arbeiðsgevarafelag

16/9/2021

Comments

 
Picture
Í tíðindabrævi frá Føroya Arbeiðsgevarafelag kemur felagið inn á, at Posta ongantíð hevur verið so ágangandi at bjóða seg fram á privata tænastumarknaðinum. Rætt er, at Posta er ein av fáum føroyskum logistikkfyritøkum, sum virka innlendis og millum lond. Føroyingar eiga Posta. Og tískil er kjak um okkara virksemi og um kapping á fríum marknaði í lagi. So leingi fakta eru upp á pláss.

 Tá ið Føroya Arbeiðsgevarafelag, har Posta eisini er limur, fer út við einum slíkum skrivi er skilagott fyrst at seta seg inn í fakta.

Fyri tað fyrsta – Posta innflytur ikki sand. Hetta sama stóð at lesa í einum heldur margháttligum lesarabrævi herfyri og verður nú endurtikið av Føroya Arbeiðsgevarafelagi. Posta er ein logistikkfyritøka og kann flyta sand á sama hátt, sum vit kunnu taka okkum av flest øðrum flutningi, um tað er tað, sum talan er um. Men tað er ikki Posta, sum er innflytari. Við felagnum North West Chartering flytur Posta fleiri stórar lastir av øllum handa slag, men tað er ikki Posta, sum eigur vøruna. North West Chartering umboðar tá tann, sum eigur lastina, og leigar hóskandi skip til ta nøgd, sum nú einaferð er at føra. Hetta fer fram bæði í kapping og í samstarvi við skipafeløgini í Norðuratlantshavi.

Fyri tað næsta – tað er rætt, at Posta hevur gjørt avtalu við Royal Arctic Line um, at Posta er teirra umboð í Føroyum. Annars stendur øllum flutningsfeløgum frítt fyri at bjóða upp á tann flutning, Posta hevur, bert tey eru kappingarfør. Tað er neyvan rætt at siga, at Royal Arctic Line er einsamalt um grønlandsflutningin, tí hesin verður gjørdur í samstarvi við Eimskip. Aftur her er fyrimunur at skilja fakta rætt. Vegna avtaluna millum Royal Arctic Line og Eimskip var treyt, at triðjipartur skuldi hava ávísa nøgd av kapasitetinum á rutuni. Part av hesum kapasiteti hevur Posta fingið í kapping við onnur útlendsk feløg. Um Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at kapping frá Posta er meira ágangandi enn frá fleiri útlendskum feløgum, hevði verið áhugavert at vitað.

Fyri tað triðja, viðvíkjandi toll-bagatellmarkninum á 300 kr. og sonevndu ’kinapakkunum’ skal stutt nevnast, at hesir pakkar eru býttir millum øll flutningsfeløgini. Tí er tað undarligt, at einans Posta verður nevnt í hesum samanhangi. Partur av hesum kemur við posti, og partur kemur við øðrum flutningsfeløgum. Tað er ongin kappingaravlagandi stuðul til Posta, at TAKS hevur ásett eitt bagatellmark fyri, nær vøra skal tollast. Inntil fyri nøkrum árum síðan var onki bagatellmark fyri luksusvørur, og tær blivu allar tollviðgjørdar, um tær so kostaðu 1 kr. Tá komu avgreiðslugjøld afturat, og tað hevði við sær, at 95% av hesum vørum fóru retur. Tað var ein kostnaður fyri øll flutningsfeløgini, sum nú einaferð skuldu gera hetta arbeiðið uttan gjald.

Tað er rætt, at Posta flytur fisk, bæði í egnum 45 fóts bingjum og sum umboð fyri onnur. Posta er ein logistikkfyritøka, har ongin uppgáva er ov lítil og ongin uppgáva ov stór, og sum flytur post og frakt, innlendis og millum lond.

Ongin skal ivast í, at Posta tekur kappingina av flutningi í størsta álvara. Posta er partafelag og hevur skyldu at arbeiða við vinningi fyri eyga.

Joel undir Leitinum
Stjóri P/f Posta

Comments
    Picture
    Billede
    Picture

    Greinar

    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.