![Billede](/uploads/3/6/6/4/3664226/published/el-25-aar-19092017_1.jpg?1505896959)
Ymisk tiltøk vóru frá kl. 16.30 - 17.30. Hallur Joensen og Beddi spældi nøkur løg. Jógvan Skorheim borgmeistari helt eina talu og Hilmar Danielsen fortaldi um søguna hjá El-In, frá tí tey byrjaðu hjá Haldor Holm á Bøgøtu og til dags dato.
Føðingardagurin endaði við at Signar í Homrum spældi nøkur løg.
Norðoya Portalurin ynskir EL-In hjartaliga tillukku á 25 ára degnum.
Nú Hilmar Danielsen tosaði um kappingarføri og annað, so skal eg heita á Hilmar, at lýsa meira í Norðoya Portalinum, vit eru sera kappingarførir :), sjá prísir aðrastaðni á NP.
Her nakrar myndir frá hátíðarhaldinum ígjár.
SáH