Aftur í ár fer megnar tiltakið Ársins Søludagur av bakkastokki í framúr góðum karmum við lekrum mati og dugnaligum og undirhaldandi fyrilestrahaldarum.
Tiltakið er egna til øll, ið arbeiða ella hava áhuga innan sølu-, tænastu- og marknaðarførings faki. So óansæð, um tú arbeiður við kundum face-to-face, tlf. ella telduposti, so fært tú íblástur og konkret amboð til at nýta, júst til tín tørv. Import, export, business ella consumer kundar - ja, tiltakið er eins væl egna til krambakvinnuna, frisørin, sølustjóran, virtuella marknaðarleiðaran osv.
So ynskir tú at gerast enn betur til sølu og fáa nøgdar og afturvendandi kundar? So er hetta tiltakið júst nakað fyri teg.
Kostnaður (við frokost): 1.695,-
Sí meira og skráset teg her: Søludagur 2015