Alt innsavnað rusk verður nú ballað í rusk-ballimaskinu og undir hesum umstøðum eru serstakar reglur galdandi á Brennistøðini og á endurnýtsluplássunum kring landið
Burturkast at brenna má ikki vera longri enn 100 cm. Orsøkin til hetta er, at tað ikki er gjørligt at balla rusk, ið er størri enn hetta. Sum dømi kunnu nevnast rør og tílíkt.
Leivdir av nótum, gørnum og líknandi má ikki latast saman við tí brennandi, tí tað fløkist í ballimaskinuni. Ynskiligt er, at tílíkt tilfeingi altíð verður latið til endurnýtslu og ikki til at brenna. (sí www.irf.fo fyri nærri kunning um hetta).
Tað verður ikki tikið ímóti lívrunnum burturkasti, tí ikki ber til at balla tað.
Vegna broyttar umstøður á goymsluni á Brennistøðini verður heldur ikki tikið ímóti máling, meðan umvælingarnar fara fram.
IRF boðar frá, tá Brennistøðin aftur tekur ímóti burturkasti sum vanligt.
Kelda: klaksvik.fo
SáH