
Játtanin til gransking tann sama í fleiri ár
Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2022 eru 7,5 mió. kr. játtaðar til stuðul til gransking. Hetta er 1 mió. kr. minni, enn samgongan ætlaði í fíggjarlógaruppskotinum frá í heyst. Meirilutin í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum mælti í sínum áliti til 2. viðgerð til at strika hækkingina, sum Landsstýrið hevði skotið upp.
Játtanin fyri 2022 er tann sama í krónum sum í 2021 og fleiri ár undan. Realvirðið er tí minkað munandi hesi seinnu árini.
Les meira á:
https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/32-umsoknir-kappast-um-7-5-millionir-kronur/
Granskingarraðið