Tunnurnar, ið eru úr amerikanskari eik, hava frammanundan verið brúktar til Oloroso sjerri í Andalusia í Spania. Tær eru fingnar til vega frá einari bodega við Jerez, har tær hava verið brúktar til sjerri í níggju ár. Tunnur av hesum slagnum eru forkunnugar, tí sjerrisølan er fallandi, samstundis sum eftirspurningurin eftir brúktum sjerritunnum er vaksandi.
Talan er um avmarkaða framleiðslu, eina sokallaða batch framleiðslu. “Einans 2136 fløskur eru framleiddar, so tú kanst kalla hetta eina roynd. Verður vøran væl móttikin, so royna vit kanska aftur; og tá møguliga við onkrum øðrum tunnuslagi”, sigur Erling Eidesgaard, stjóri í Dism.
Elda HAVIÐ, ið eins og upprunin er 50%, er latið á snøggar hálvliturs fløskur, ið eru proppaðar við korkproppi við trætoppi.
Hendan serliga útgávan av HAVINUM fæst í Rúsunum kring landið, í tollfríu handlunum umborð á Norrönu og í Vága floghavn.
Dism framleiðir frammanundan eisini Eldvatn, Lívsins Vatn, Havið og Barald.