NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Granskarar møttust til fiskivinnugransking

9/2/2016

Comments

 
Billede
​Áttinda ár á rað, skipaði fiskivinnugransking fyri framløgu fundi fástalávintsmánadag, har fleiri verkætlanar leiðarar, sum hava móttikið stuðul, greiddu frá teirra ætlanum og úrslitum. 

Dagurin bleiv settur av Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, sum legði dent á, at týdningarmesta visiónin hjá honum fyri fiskivinnuna var virðisøking. Landstýrismaðurin vísti á, at fyri 14 árum síðani var vóru 23 milliónir settar av til gransking, ímeðan játtanin er lækka heilt niður til 2,208 milliónir í 2015. Her ynskir landsstýrismaðurin at gera broytingar, og segði at gransking er lykilin fyri menning av fiskivinnuni, og síggja vit longu í 2016, at játtanin er hækka við 1,3 millión, uppá 3,508 mill. Og skulu vit taka hann uppá orðið, so kunna granskarar gleðast um, at hettar bert er byrjanin og at vit vónandi skjótt koma uppá sama stuðuls støði sum vit høvdu fyri 14 árum síðani, sum er svarandi til 30 milliónir um ári. 

Hann avsluttaði við, at um vit bert megna at fáa eitt sindur meira av peningi burturúr hvørjum kilo av fiski, ja so kundi hendan virðisøking úr fiskivinnuni, verða við til at fíggja ein sjálvstøðugan føroyskan búðskap

Á framløgudegnum vóru sjálvsagt nógvar framløgum, harav nógvar vóru sera áhugaverdar. Millum annað var Ólavur Gregersen og hevði eina sera áhugaverda framløgu um eitt projekt sum æt, WhiteFishMaLL (North Atlantic whitefish Marine Living Lab), sum er ein brandingplatformur fyri hvítan fisk úr Norðuratlandshavinum. 

Endamálið við hesi verkætlan var at menna brandingina av hvítfiski í norðuratlantshavinum, sum eina vøru, sum skilur seg úr, tá tosa verður um kvalitet.

Eisini á nógvum øðrum økjum, eru ymisk ting, sum kunna brúkast til at selja vøruna við. T.d. er veiðan burðardygg, sunnur kostur, og veiðan er umhvørvisvinarligari enn nógv onnur veiða (t.d. lítil olju-brenning í fragt). Eisini blivu fokus gruppur gjørdar, har spurt bleiv inn til, hvørjar upplýsingar keyparin saknaði. Her kom m.a. fram at kundin er áhugaður í at vita um vøran er burðardygg, hvussu maturin skuldi hagreiðast, kunning um hvussu heilsu gagnligur maturin var, uppskriftir o.s.v. 

Flestu upplýsingarnir sum tey saknaðu, vóru upplýsingar sum vit hava tøkar í Føroyum, og 1/3 av fólkinum váttaði, at tey vóru villig til at gjalda eyka fyri mat, har hesir upplýsingar vóru givnir. Tey hava so framleitt eina prototypo av eini app, har ein kann fara inn og lesa um produkti. 

Eitt sera áhugavert projekt, við eini app, sum eg so hvørt fall fari at taka niður og brúka nógv. Sí allan fyrilesturin inni á heimasíðuni hjá www.fvg.fo

Eisini vóru nógvir aðrir áhugaverdir fyrilestrar at hoyra, t.d. helt Lise Helen Ofstad frá Havstovuni fyrilestur um útbreiðslu, lívfrøði og fiskiskapur av longu og brosmu undir Føroyum,  og um útbreiðslu, lívfrøði og fiskiskapur av blálongu undir Føroyum (2016-18). Kristian Zachariassen gav eina framløgu um gransking sum er gjørd saman við Gullaki Gullaksen og Bjarna Kass, um optimering av makreltroli til 4T trolbátar og um Hvat kom burturúr? Og um optimering av sergjørdum makreltroli til trolbátar í bólki 4T og hvat ætlanin er man at gera víðari í 2016.
 
Ámundur Nolsøe tosaði um árinskanningar av taraskering á Gøtuvík og Funningsfirði , hettar er ein 3-ára verkætlan sum gongur fram til 2016. Hann tosaði m.a. um avbjóð¬ing¬ar við metodumenning av árinskanningum av taraskurði.

Unn Laksá og Magna Laksafoss, www.Syntesa.fo, góðu ein tema Íblástrarfyrilestur, sum æt, “Alt í land” har hugleitt varð um økta gagnnýtslu av fiskatilfeinginum og møguleikar og avbjóðingar tí viðvíkjandi. Framløgan snúði seg eisini um fyribils niðurstøður frá áhuga¬parta¬fundunum, sum hava verið í norðurlendsku londunum, umframt tær búskaparligu útrokningarnar, sum eru gjørdar fyri føroysku fiskivinnuna. 

Verkætlanin ‘Alt í land’ er partur av norðurlendska flagskipsprojektinum ‘Vøkstur í bláa tilfeingis¬bú¬skap¬inum í Norðuratlantshavi og Arktis ’, sum er sett í verk í sambandi við føroyska formansskapin í norðurlendska samstarvinum undir heitinum “Vøkstur í bláa tilfeingisbúskapinum”

Eftir døgverða gav m.a. Ásmund Guðjónsson, NORA (fyrr Fiskimálaráðið) ein fyrilestur um Virðisvøkstur í Fiskivinnuni, har (22 tilmæli vóru gjørd til fiskivinnuna.) Vit fingu tó ikki tey 22 tilmælini at vita, tí kanningin  var júst liðug, og úrslitini vóru enn ikki handa landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, ið verður tann fyrsti at síggja tilmælini. Tó fingu vit tveir brell-bitar, tilmæli 3 snúði seg um, at broyta tíðarskeiðini vit fiska flatfisk. 

Í løtuni fiska vit í rakastu tíð, við lægst prísi, og hettar verður tilmælt at broyta, og tilmæli 18 gleðir allar granskarar og yvaleyst nógv í vinnuni, tí tað snýr seg um, at økja um stuðul til at menna fiskivinnuna. Frá 3,5 milliónum til 30 milliónir. 

Hinar báar framløðurnar eftir døgverða snúðu seg um nýggir marknaðir fyri fiskivinnuma - Norðurafrika og Arabiska Hálvoyggin, útvaldir marknaðir og  roynd av prototypu 2 av livraanleggi (2016) um hvat fer fram?, hesar vóru givnar av ávikavist  Johan Jacobsen og Helgi Nolsøe, Sp/f Livur. 

Dagurin endaði við, at frágreiðing um stuðulsmøguleikar har Annika Sølvará greiddi stutt frá Granskingarráðnum og møguleikunum innan NORDFORSK og segði nakað um HORIZON2020 og møguleikarnar her eisini.    Jákup Sørensen greiddi stutt frá stuðulsmøguleikum frá NORA og NP og Brynhild Absalonsen avsluttaði við at greiða frá stuðulsmøguleikum frá Vinnuframa,  www.vinnuframi.fo

Allar framløgurnar verða tøkar inni á heimasíðuni hjá fiskivinnugransking: www.fvg.fo

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.