Tað eru príslækkingar í nýtslubólkinum býli, sum hava ávirkað brúkaraprístalið mest seinasta árið. Rentan á íbúðalánum er farin 14,2 prosent niður, og prísurin á brenniolju til húsarhald er lækkaður 16,9 prosent. Samanlagt er býliskostnaðurin farin 7,3 prosent niður.
Prísirnir eru eisini lækkaðir í fleiri øðrum nýtslubólkum. Klædnaprísirnir eru lækkaðir 2,3 prosent, flutningsprísirnir eru farnir 2,2 prosent niður, og príslækkingin í nýtslubólkinum ymiskar vørur og tænastur hevur verið 3,0 prosent.
Mesti prísvøkstur seinasta árið hevur verið í nýtslubólkinum rúsdrekka og tubbak, 2,1 prosent. Prísirnir í fleiri matvørubólkum eru farnir niður seinasta árið, í miðal eru teir lækkaðir 0,5 prosent.
Les meira HER
JáH (y) 14.10.2015
Kelda: Hagstovan