- Pláss eru tøk, men skunda tær at melda til!👇
https://sjonam.atgongumerki.fo/.../event/3534733/order/info
ella hoyr nærri á 665888 ella [email protected]⚓️
(skrivstovan er opin mán-hós kl.09-15)
Sjónám
Sjúkraviðgerðarskeið kista A / B / C endurnýggjan, og C grund, byrja aftur mánadagin 12. januar á Sjónámi!🩺 - Pláss eru tøk, men skunda tær at melda til!👇 https://sjonam.atgongumerki.fo/.../event/3534733/order/info ella hoyr nærri á 665888 ella [email protected]⚓️ (skrivstovan er opin mán-hós kl.09-15) Sjónám Karin Habermehl Cwirzen, lektari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, hevur fingið dygga játtan frá Carlsberggrunninum til eitt elektronmikroskop, ið er tað fyrsta av sínum slagi til gransking í Føroyum. Játtanin er 1.540.800 kr. Eitt elektronmikroskop nýtir ein miðsavnaðan geisla av elektronum í staðin fyri ljós til at framleiða myndir í ovurhonds stórari stødd, sum ger tað møguligt at granska sera smáar mongdir av mineralum, lívfrøðiligum strukturum og elektroniskum staklutum. Tílík tól verða nógv brúkt aðrastaðni til gransking í verkfrøði, umhvørvi, náttúruvísindum og heilsuvísindum. Elektronmikroskopið skal brúkast í eini verkætlan, sum skal kanna, hvussu mekanokemisk viðgerð broytir yvirflatueginleikarnar hjá endurvunnum betongi og steinpulvuri. Endamálið er at fáa størri vitan um møguleikarnar at endurnýta tilfarið og førleikarnar hjá tí at upptaka og binda CO2. Nýggja elektronmikroskopið fer eisini at geva nýggjar møguleikar at gera greiningar á fleiri granskingarøkjum, m.a. innan jarðfrøði, elverkfrøði og heilsugransking. Karin Habermehl Cwirzen fegnast um hesa serligu játtanina. - Tað verður sera gott fyri granskingina, at vit nú kunnu arbeiða meira neyvt bæði á mínum øki og øðrum við. Hetta verður eitt hent amboð til at byggja upp førleikar í einum granskingardepli, sigur hon. Farið verður nú at kanna, hvar nýggja tólið fyribils kann verður sett upp. Seinni er ætlanin, at tólið saman við aðrari útgerð skal vera á eini starvsstovu á nýggja kampus hjá Fróðskaparsetrinum. Tól av hesum slagi eru viðkvom og krevja góðar og tryggar fysiskar karmar, umframt serkunnleika at nýta tey. Tørvur á størri íløgum í granskingarinfrakervi Í Føroyum er eingin almenn árlig játtan til granskingarinfrakervi á sama hátt sum í øðrum londum. Í staðin mugu slíkar íløgur gerast av rakstrarjáttan hjá stovnunum, við serstakari játtan frá landinum eftir umsókn ella, sum í hesum førinum, við at søkja útlendskar grunnar um stuðul. Fyri góðum 10 árum síðani varð granskarasetrið iNOVA sett á stovn, har ætlanin var, at granskarar á almennum stovnum og fyritøkum skuldu hava atgongd til nýmótans starvsstovur, framkomin tól og skrivstovur. Lutfalsliga stórar íløgur vórðu gjørdar í tól og tøkni við parti av fænum hjá Vinnuframagrunninum. Hóast góðar ætlanir og nógv gott arbeiði og samstarv hevur verið í iNOVA, so er ein eyðsæddur trupulleiki, at fígging ikki hevur verið til nøktandi arbeiðsorku at reka granskarasetrið, og eingin játtan hevur verið til at viðlíkahalda og endurnýggja tól og tøkni. Hetta hevur minkað um møguleikarnar at gagnnýta hentleikarnar og amboðini har. Tørvur er á størri íløgum og tryggari kørmum fyri granskingarinfrakervi, sum gera tað møguligt at útvega og taka í nýtslu framkomin tól fyri at styrkja granskingarførleikan í Føroyum á fleiri økjum. Granniskarráðið Búnaðarstevnan 2026 verður leygardagin 14. februar 2026 í mentanarhúsinum "Varpið" í Klaksvík.1/1/2026 Higartil hava verið fyriskipaðar tíggju búnaðarstevnur, í ávikavist januar 2014, januar 2015, februar 2017, februar 2018, februar 2019, februar 2020, februar 2022, februar 2023, februar 2024 og februar 2025. Búnaðarstevnan er eitt afturvendandi tiltak og sera viðkomandi fyri menning og kunning innan føroyskan landbúnað. Her myndir frá Búnaðarstevnuni í 2025, klikk link her "Búnaðarstevnan 2025" Búnaðarstevnan Føroyar og Russland hava gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2026. Samráðingarnar byrjaðu 22. og 23. desember og hildu fram eftir jól 29. desember. Talan var um talgildan fund, og varð semjan endaliga avgreidd umvegis teldupost 30. desember. - Eg eri sera væl nøgdur við, at tað í hesum truplu tíðum hevur eydnast at fáa eina semju í lag í hesum árinum. Hetta merkir, at føroyska fiskivinnan kennir so nógvar fortreytir sum gjørligt við ársbyrjan, og aftur komandi ár hevur góðan møguleika at gagnnýta botnfisk í Barentshavinum, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum. Lívfrøðiliga støðan á týðandi fiskasløgum hevur við sær skerjingar á báðum síðum, og avtalan minkar tí nakað í mun til brátt farna árið. Føroysku kvoturnar í russiskum sjógvi í 2026 verða hesar: Toskur 6.306 tons, hýsa 1.484 tons, flatfiskur 900 tons og rækjur 4.000 tons. Føroysku botnfiskakvoturnar í Barentshavinum lækka sostatt við samanlagt 655 tonsum í 2026. Toskakvotan lækkar við 1.139 tonsum, ímeðan hýsukvotan hækkar við 484 tonsum. Eins og í 2025 kunnu føroysku botnfiskakvoturnar flytast í norskan sjógv eftir avtalu við Noreg. Russisku kvoturnar í føroyskum sjógvi lækka eisini í mun til undanfarin ár. Svartkjaftakvotan lækkar við 10.000 tonsum og makrelkvotan við 3.879 tonsum. Kvotan av norðhavssild hækkar tó nakað við 1.914 tonsum. Russisku kvoturnar fyri 2026 verða hesar: Svartkjaftur 65.000 tons, makrelur 4.201 tons og norðhavssild 7.714 tons. Russisk skip kunnu fiska hesar nøgdir í føroyskum og altjóða sjóøki. Russisk skip fáa í 2026 atgongd til føroyskan sjógv at fiska í mesta lagi 30.953 tons av svartkjaftakvotuni, sum russisk skip hava í altjóða sjógvi. Hetta er ein lækking á 41% í mun til 2025. Russisk skip hava heldur ikki atgongd at fiska í serøkinum hjá Føroyum og Bretlandi í 2026. Eins og onnur vestanlond hava Føroyar avgjørt, at frá 1. januar 2026 verða avmarkandi tiltøk sett í verk, sum millum annað fevna um tvey russisk reiðarí. Ein avleiðing fyri fiskiveiðiavtaluna er, at skip hjá hesum feløgum ikki kunnu fáa loyvi at fiska og virka í føroyskum sjóøki í 2026, umframt at tey ikki fáa atgongd til føroyskar havnir. Tilfeingis- og vinnumálaráðið Føroyar og Bretland hava í dag gjørt semju um fiskirættindi fyri 2026. Semjan fyri 2026 er gjørd eftir sama leisti sum undanfarin ár, tó at nakrar tillagingar eru gjørdar. Eins og undanfarin ár, er talan um eitt kvotabýti millum londini bæði, har Føroyar serliga fáa møguleika at fiska svartkalva í bretskum sjógvi, eins og at Bretland eisini letur Føroyum eina lítla toskakvotu á Grand Bank uttanfyri Kanada. Føroyar lata Bretlandi serliga hýsu og upsa í føroyskum sjógvi, eins og at Bretland fær eina hjáveiðukvotu av toski í hýsufiskiskapinum. Í 2026 hækkar svartkalvakvotan til føroysk skip í bretskum sjógvi, meðan hýsukvotan, sum Bretland hevur latið Føroyum seinastu árini lækkar munandi. Hýsukvotan til bretsk skip í føroyskum sjógvi lækkar eitt vet, meðan upsakvotan til bretsk skip í føroyskum sjógvi hækkar eitt vet. Hetta er nú fimta árið, at Føroyar og Bretland gera semju um fiskirættindi aftaná, at Bretland fór úr ES. Sostatt er talan um eitt lutfalsliga nýtt samstarv um fiskirættindi og eru Føroyar og Bretland samd um, at semjan hevur stóran politiskan týdning fyri tvíliðaðu viðurskiftini millum londini bæði. Semjan kann lesast her. Tilfeingis- og vinnumálaráðið Samráðingar ímillum Føroyar og Noreg um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2026 vóru hildnar 19. desember á talgildum palli. Heildarkvoturnar fyri fiskastovnar á báðum síðum lækka í 2026. Seinastu árini er nøgdin, sum Føroyar hava fingið av toski í avtaluni við Noreg, ikki lækkað eins nógv, sum heildarkvotan í Barentshavinum er lækkað. Í ár hevði Noreg tó minni tosk at lata, og tí lækkar føroyska toskakvotan nakað meira enn heildarkvotan. Føroyska toskakvotan í norskum sjógvi verður 3.034 tons. Føroyska kvotan eftir hýsu hækkar til 1.172 tons, ið er eitt vet meira enn heildarkvotan hækkar. Føroyska kvotan eftir upsa lækkar til 425 tons, sum er sama minking, sum heildarkvotan fer niður samanborið við 2025. Hjáveiðikvoturnar eftir øðrum fiskasløgum vera óbroyttar við 400 tonsum í 2026. Av norsku kvotunum í føroyskum sjógvi er tað serliga makrelkvotan, sum lækkar. Heildarkvotan fyri makrel lækkar við 48% í 2026. Makrelkvotan, sum Noreg fær frá Føroyum í 2026, lækkar samsvarandi við 2.678 tonsum. Smávegis tillagingar vera í norsku botnfiskakvotunum í føroyskum sjógvi í 2026, sum tó samanlagt eru óbroyttar. Kvotan av longu og blálongu lækkar við 400 tonsum til 2.100 tons, meðan kvotan av brosmu verður 1.800 tons, sum er 400 tons hægri enn í 2025. Kvotan av øðrum fiskasløgum verður óbroytt á 600 tonsum. Tilfeingis- og vinnumálaráðið Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Tilfeingis- og vinnumálaráðnum, har endamálið er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum. Fiskivinnuroyndir vóru umskipaðar í fjør, og frameftir verður størri dentur lagdur á vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan. Í 2025 vóru tríggjar trý ára verkætlanir játtaðar til flaggskipaverkætlanir. Tað ger, at partur av játtanini í 2026 longu er settur av til flaggskipaverkætlanir. Flaggskipaverkætlanir Til flaggskipaverkætlanir í 2026 eru settar av kr. 800.000. Í 2026 kann tí søkjast um í mesta lagi kr. 800.000, men næstu tvey árini er mest loyvda upphædd kr. 1 mió. um árið. Flaggskipaverkætlanir eru vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan, harundir Ph.d.-verkætlanir, sum eru skipaðar sum bindandi samstarv millum føroyska vinnufyritøku og føroyskan granskingarstovn. Verkætlanirnar skulu vera innan hesi raðfestu øki: • Virðisøking • Burðardyggur fiskiskapur Granskingarstovnar í Føroyum í dag eru: Búnaðarstovan, Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu, Firum, Fróðskaparsetur Føroya, Havstovan, Heilsufrøðiliga starvsstovan, Ílegusavnið, Jarðfeingi, Landsbókasavnið, Landssjúkrahúsið, Tjóðsavnið, Tjóðskjalasavnið, Umhvørvisstovan, Sjókovin og Veðurstova Føroya. Bert føroyskar vinnufyritøkur kunnu søkja um stuðul til flaggskipaverkætlanir. Tað kann vera ein fyrimunur, um fyritøkan, sum luttekur í verkætlanini, fíggjar ein part av verkætlanini við kontantum peningi, og at onnur fígging er við í verkætlanini. Freistin at søkja um stuðul til flaggskipaverkætlanir er fríggjadagin 27. februar 2026 kl. 12:00. Umsóknarblað, sí her. Smærri verkætlanir Í 2026 eru settar av 1,1 mió. kr. til smærri verkætlanir, har upphæddin til verkætlanina er upp til kr. 300.000. Peningur verður bert játtaður til eitt ára verkætlanir. Smærri verkætlanir skulu vera innan stevnuna hjá Fiskivinnuroyndum, sí her. Vinnufyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul til smærri verkætlanir. Freistin at søkja um stuðul til smærri verkætlanir er fríggjadagin 30. januar 2026 kl. 12:00. Í viðgerðini av umsóknunum verður serligur dentur lagdur á, at: • Úrslitini eru almannagagnlig. • Samstarv er við ymsar samstarvsfelagar og/ella granskingarstovnar í Føroyum og uttanlands. Verkætlanir, bæði innan flaggskipa- og smáar verkætlanir, sum áður hava fingið játtaðan stuðul, og sum vara meir enn eitt ár, skulu senda umsókn um framhald og ávegis frágreiðing á hvørjum ári sambært teimum treytum, sum ásettar eru í játtanarskrivinum. Umsóknarblað, sí her.Áhugað eru vælkomin at venda sær til Símun Grønadal við møguligum spurningum á [email protected] ella á telefon 22 22 58. Fyrivarni verður tikið fyri játtan á Løgtingsins fíggjarlóg fyri 2026. Umsóknir skulu sendast talgilt til: [email protected]. Tilfeingis- og vinnumálaráðið Týsdagin 30. desember luttekur Klaksvíkar kommuna á árliga Jobmatch tiltakinum, sum í ár verður við Tjarnir frá kl. 12.00 - 17.00. Til ber at bíleggja eitt prát umvegis leinkjuna her: Bílegg prát Annars eru øll vælkomin at vitja básin hjá Klaksvíkar kommunu, har umboð frá kommununi taka ímóti og svara møguligum spurningum. Klaksvíkar kommuna er á basi nr. 16. Nærri kunning um Jobmatch fæst her: Kunning um Jobmatch Klaksvíkar Kommuna Tilfeingis- og vinnumálaráðið hevur gjørt av at taka burtur hámarkið hjá hvørjum hummarabáti í økinum Sunnan fyri Streymin, á Kollafirði, Tangafirði, Skálafirði og Kaldbaksfirði. Bátarnir, sum hava loyvi at royna eftir hummara í hesum økinum, hava felagskvotu við hámarki fyri hvønn bátin. Tølini vísa, at higartil í ár eru fiskað góð 37 tons av felagskvotuni á 54 tons. Nú fiskiárið fer at halla, verður ikki mett, at øll felagskvotan fer at verða fiskað. Tí hevur landsstýrismaðurin gjørt av at taka burtur hámarkið hjá hvørjum báti. Við broytingini kunnu tey, sum hava loyvi at royna eftir hummara í økinum, halda fram restina av árinum, hóast tey hava fiskað upp til hámarkið. Broytingin fær gildi í dag, 16. desember 2025. Tilfeingis- og vinnumálaráðið Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg undirritaðu í gjár semju um at býta makrel. Sambært semjuni verður føroyski luturin frá semjuni við Bretland og Noreg um makrel frá 2024 varðveittur á 12% av mest loyvdu veiðu. Somuleiðis verður føroyska atgongdin í bretskan sjógv á 35% og í norskan sjógv á 40% óbroytt. Semjan millum tey fýra strandarlondini hevur við sær eina munandi minking í ovfiskiskapinum og er eitt týðandi stig á leiðini móti, at makrelstovnurin verður umsitin á ábyrgdarfullan og burðardyggan hátt. Tey fýra strandarlondini eru samd um, at mest loyvda veiða í 2026 verður 299.010 tons, samsvarandi Fmsy meginregluni hjá ICES. Hetta hevur við sær, at mest loyvda veiða í 2026 lækkar 48% samanborið við 2025. Við semjuni taka tey fýra Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg í felag ábyrgd og lata íkast til semjuna. Í hesum sambandi er avgerð tikin um, at Føroyar lata Íslandi atgongd til føroyskan sjógv at fiska makrel. Hendan atgongdin svarar til 30% av íslendska lutinum á 10,5%. Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, sigur: “Semjan millum Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg hevur stóran týdning bæði fyri makrelstovnin og fyri framtíðar føroyskan fiskiskap eftir makreli. Tað er av alstórum týdningi, at fleiri strandarlond leggjast afturat semjuni, og eg vóni, at tað fer at lata seg gera at fáa hini strandarlondini við í semjuna”. Semjan millum Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg um at býta makrel kann lesast her. Semjan millum Føroyar og Bretland um atgongd kann lesast her. Semjan millum Føroyar og Ísland um atgongd kann lesast her. Semjan millum Føroyar og Noreg um atgongd kann lesast her. Tilfeingis- og vinnumálaráðið |
Greinar
January 2026
|