Eg spurdi hann, hvat hann minntist best til, hansara tíð innan svimjingina. Jú sigur hann, tað skal eg væl siga tær, tað var til eina kapping, har tú og Heri Mortensen svomu í Klaksvík, har tit báðir komu líka inn og báðir blivu dømdir nummar eitt, men eftir kappingina, fórt tú yvir til yvirdómarin og segði við hann, at Heri nam fyrst við kantin og tískil vann Heri Kappingina. Rokni ikki við, at eg hevði gjørt tað nú :)
Annars svam "legendan" Heri Mortensen 100 blandað sunnudagin, men eg hevði gloymt mínar svimjibuksir eftir, so Guð viti hvør hevði vunnið hesuferð.
Takk fyri ein super tíð í Vági og ein serlig tøkk til "Kissaba", sum eigur størsta heiðurin fyri, at Suðuroyingar eru so frammanliga innan svimjing.
SáH