Her sleppa teir eldru svimjarnir at royna seg og í ár eru fleiri at toppnøvnunum við, heilt frá tí tíðini, har svimjingin í Føroyum
byrjaði. Nevnast kunnu Eyðun Bærentsen, Jón Heystoy, Jóhanna á Tjarldrarfløtti, Oluffa á Høvdanum og mong onnur, sjá startlistan her: FOMM 2014
Heiðursmerki verða latin til tríggjar teir bestu svimjararnar í hvørjum aldursbólki og so plagar kappingin at enda við einari hugnaløtu
við mati.
Í ár verður tað eitt sindur serstakt, tí teir flestu av svimjarnum ætla sær í føðingardag hjá Frændur, seinni um kvøldið. Niðanfyri nakrar gamlar myndir av eldru svimjarnum.
sáH