Vit komu heim við einum steypið og bæði liðini blivu Føroyameistarar.
Stórt tillukku bæði kvinnur og menn.
SáH
Norðoya Portalurin
Her nakrar myndir og filmsklipp av okkara KÍ fjepparum til báðar steypafinalunum leygardagin.
Vit komu heim við einum steypið og bæði liðini blivu Føroyameistarar. Stórt tillukku bæði kvinnur og menn. SáH
KÍ vann uppiborið greipuna á Tórsvøllinum leygardagin.
Nógvir KÍ fjepparar vóru og sóu eina spennandi finalu og har KÍ gjørdist steypavinnarar. HB gav KÍ mótstøðu í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki vóru KÍ kvinnurnar nógv best. Í 19. min. legði Durita Hummeland KÍ á odda eftir hornaspark frá høgru, sjá myndir. HB javnaði í 29. min. við málið frá Lív Rúnadóttir, so hálvleikstøðan bleiv 1-1. Í seinna hálvleiki legði KÍ seg á dystin og HB hevði ilt við at fylgja við skjóta spælinum hjá KÍ og í 56. min. legði Tóra Mohr KÍ á odda 2-1 við einum góðum innleggið úr høgru frá Jórun Najma Patawary, sjá myndir. Hetta gjørdist eisini sigursmálið og KÍ kvinnurnar kundu feira at tær høvdu vunnu greipuna í 2022. Dagsins leikari gjørdist Jórun Najma Patawary og formaðurin í FSF Christian Andreasen handaði henni heiðursplátu fyri hennara avrit í steypafinaluni. Stórt tillukku KÍ kvinnur, tit eru bara best. 22 meistarskap og nú greipuvinnarar í 2022, her myndir frá dystinum og eitt filmsklipp, SO ER TAÐ GJØRT, sum tit allar róptu. SáH Okkara ungu svimjarar umborð Smyril á veg norðuraftur og við fleiri heiðurstekum, mynd Ægir.Meðan flestu norðingar tann 29 oktobur lótu seg í blátt, fóru hesi gulu børnini, tíðliga á morgni til Suðuroyar, at svimja kapp á Tvøroyri. Fleiri vóru við fyri fyrstu og aðru ferð og gekk tað sera væl hjá teimum. Sjálvt um nógv nýtt er at læra, so gjøgnumførdu øll teirra kappingar og komu nógvar medaljur norðaftur við 💪🏻💛 Kelda Ægir Klaksvík Mynd Ægir Fyrireikingarnar hjá Kí fjepparum eru í hæddini – í mikudagin fara vit at hittast! Mikudagin byrjar upphitingin av álvara, ung sum gomul eru vælkomin í bláustovu, ið er á norðara enda í Kí høllini, har vit fara at rigga til steypafinalurnar, ið verða leiktar leygardagin. Okkurt søtt verður at fáa, og vóna vit at síggja nógvar spentar KÍ fjepparar. Koyr á KÍ KÍ – Klaksvíkar Ítróttarfelag Fyrireikingarnar hjá Kí fjepparum eru í hæddini - í mikudagin fara vit at hittast! Mikudagin byrjar upphitingin av álvara, ung sum gomul eru vælkomin í bláustovu, ið er á norðara enda í Kí høllini, har vit fara at rigga til steypafinalurnar, ið verða leiktar leygardagin. Okkurt søtt verður at fáa, og vóna vit at síggja nógvar spentar KÍ fjepparar. Koyr á KÍ KÍ - Klaksvíkar Ítróttarfelag Úrslit frá Ægir Open 22. og 23. oktober 2022 Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “Ægir Open Oktober 2022”, sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin 22. og sunnudagin 23. oktober 2022. Úrslitini síggjast her á livetiming.se Jaspur Jakobsen formaður í Bláu Bylgju handaði Malenu Olsen, Sanna Svarvadal, David B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð heiðursplátur. Malena Olsen gjørdist ársins stjørnuskot hjá kvinnum og Sanna Svarvadal gjørdist ársins spælari hjá kvinnum. David B. Andreasen gjørdist ársins stjørnuskot hjá monnum og Jóannes Bjartalíð gjørdist ársins spælari hjá monnum. Stórt tillukku til tykkum øll. SáH Tað er ikki á hvørjum degi at Hanus Hansen fær takk og rósandi orð, men venjarin hjá KÍ Mikkjal Thomasen takkaði Hanus Hansen fyri hansara stóra stuðul til KÍ og hvussu ómetaliga stóran týdning tað hevur fyri KÍ at hava slíkar stuðlar sum hann og endaði hann við at siga, at hann hevði hevði hoyrt at Hanus Hansen altíð fór at stuðla KÍ so leingi hann livdi. Annars ein góð røða hjá Mikkjali, hann takkaði øllum og tað var takk til øllum somul heilt frá vaskikonunum Jórun og Jórun og til okkum áskoðarar og taka vit saman um hansara talu, so var hon eitt stórt TAKK, TAKK, TAKK, TAKK til øll. Venjarin hjá KÍ Mikkjal Thomasen hevði givið spælarnum frí í kvøld og nátt, men vissaði hann okkum um, at teir vóru sanniliga klárir til næsta leygardag. SáH Eftir grein í Dimmalætting í dag, um Svimjisamband Føroya, vilja SuSvim, Ægir, FS, Flot og Reysti takað frástøðu frá hesari grein. Dimmalætting hevur ikki verið í samband við nakað annað felag í landinum uttan HS, so hatta má standa fyri teirra egnu rokning. Hini feløgini kunnu ikki standa inni fyri nøkrum av tí, ið verður ført fram. Við ítróttarkvøðu Restin av svimjifeløgunum |
Greinar
January 2025
Categories |