Dystirnir vera leiktir 9. juli ella 10. juli og útidysturin verður leiktir 16. ella 17. juli.
Alt í alt eitt gott lutakast fyri KÍ.
Koyr á KÍ.
SáH
Norðoya Portalurin
Haldi lutakastið slett ikki var so galið, KÍ skal til Luksemborg og hevur heimadyst fyrst. Teir skulu leika móti FC Differdange 03. Dystirnir vera leiktir 9. juli ella 10. juli og útidysturin verður leiktir 16. ella 17. juli. Alt í alt eitt gott lutakast fyri KÍ. Koyr á KÍ. SáH Seinnapartin í dag skrivaði Klaksvíkar kommuna undir sáttmála við P/F Føroya Møblasøla, um veiting av nýggjum graslíkisvølli á Djúpumýru. Talan er um ein vøll av merkinum DOMO. Í mun til tann vøllin, sum verður nýttur í dag, hevur nýggi vøllurin sand og børk sum ífyllu, ístaðin fyri gummigranulat, ið vanliga hevur verið brúkt. Hetta merkir, at nýggi vøllurin er munandi betri fyri umhvørvið. Eftir ætlan byrjar arbeiðið at skifta vøllin um hálvan juni. Arbeiðið skal vera liðugt síðst í juni, soleiðis at hetta ikki ávirkar luttøkuna hjá KÍ í evropeiskum høpi. Klaksvíkar Kommuna Seks fólk eru í Oyggjaleikanevndini 27, sum skal standa á odda fyri leikunum í Føroyum í 2027. Oyggjaleikanevndin 27 hittist fyri fyrstu ferð 6. juni. Talan er um eina fyrireikingarnevnd við seks limum, sum hvør í sínum lagi hava ábyrgdina av ymsum viðurskiftum á Oyggjaleikum 2027. Teitur Samuelsen, stjóri í p/f Eystur- og Sandoyartunlar, er formaður í Oyggjaleikanevndini 27 og hevur fíggjarligu og umsitingarligu ábyrgdina av leikunum, Annleyg Lamhauge úr Visit Faroe Islands fer at hava ábyrgd fyri flutningi, gisting og vistarhaldi, men fyrstu tíðina er Guðrið Højgaard, stjóri í VFI, í nevndini fyri Annleyg. Niels Mortensen, stjóri í p/f SMS hevur handilsliga og sponsor partin um hendi, meðan Doris Bjarkhamar, ráðgevi á løgmansskrivstovuni, situr við ábyrgdini fyri heilsu- og trygdarmálum. Tveir limir í Oyggjaleikanevndini 27 eru úr starvsnevndini í Ítróttasambandi Føroya. Limirnir eru Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti, og Anna Maria Toftegaard, starvsnevndarlimur. Elin Heðinsdóttir Joensen hevur ábyrgdina av ymiskum tiltøkum á leikunum so sum setan, endahátíð og onnur ítróttalig og mentanarlig tiltøk, meðan Anna Maria Toftegaard fer at hava ábyrgdina av teimum mongu sjálvbodnu, burðardygd, kunning og sosialum miðlum. Umframt hesi seks fólkini eru John Kjær, serligur oyggjaleikaráðgevi, og Solby Christiansdóttir, oyggjaleikasamskipari, eisini knýtt at nevndini, og væntast kann, at onnur verða knýtt at nevndini, so hvørt sum leikirnir nærkast. 13. juli er árligi aðalfundurin hjá altjóða oyggjaleikanevndini, IIGA, í Orknoyggjunum, sum hýsir leikunum næsta ár. Á hesum aðalfundinum verður endaliga samtykt og staðfest, at Føroyar skulu hýsa Oyggjaleikum 2027. Oyggjaleikanevndin 27 tekur formliga við eftir summarfrítíðina. Oyggjaleikir eru í Føroyum í døgunum 3.-9. juli 2027, og kappast verður í 14 ítróttagreinum. Tær 14 eru: Badminton, bogaskjóting, borðtennis, fimleikur, flogbóltur herundir eisini sandflogbóltur, fótbóltur, frælsur ítróttur, judo, kurvabóltur, súkkling, skjóting, svimjing, tennis, triatlon. ÍSF - Oyggjaleikanevndin Oyggjaleikanevndin 27 hevur havt sín fyrsta fund við ÍSF. Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF, Niels Mortensen, stjóri í SMS, John Kjær, serligur oyggjaleikaráðgevi, Guðrið Højgaard, stjóri í VFI, Doris Bjarkhamar, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, Solby Anna Christiansdóttir, oyggjaleikasamskipari, Teitur Samuelsen, stjóri í p/f Eystur- og sandoyartunlar og p/f Suðuroyartunnlin. Anna Maria Toftegaard, starvsnevndarlimur í ÍSF, vantar á myndini. Magne Hoseth er settur sum høvuðsvenjari í B36. Hann tekur við starvinum beinanvegin. Marita Debess Magnussen, forkvinna í B36, sigur tað vera umráðandi, at nýggi høvuðsvenjarin, sum tekur yvir so brádliga, kennir umstøðurnar og mentanina í Føroyum. - Magne hevur góðan kunnleika til føroyskan fótbólt, og hann veit, hvat krevst fyri at fara út í Evropa við einum føroyskum spælarahópi. Hoseth kemur eisini við nógvari orku og fjølbroyttum royndum sum venjari og spælari, sigur hon. Lukas Enevoldsen, sum hevur verið hjálparvenjari í ár, heldur fram við sínum uppgávum. 43 ára gamli Magne Hoseth var venjari í KÍ í fjør við søguliga góðum úrslitum. Í vetur flutti hann til Lyngby, har samstarvsavbjóðingar elvdu til, at hann bara fekk tveir dystir í donsku superliguni. Hoseth sigur seg vera takksaman fyri at fáa møguleikan í B36, og samstundis at sleppa aftur til Føroya. - Tað er eingin ivi um, at hetta er ein gávuríkur spælarahópur við stórum potentiali. Eg havi sum heild eina sera góða fatan av felagnum, ið eisini hevur lagt eina ambitiøsa ætlan fyri framtíðina. Í Føroyum og B36 sleppi eg at arbeiða við trúgvum fólki við teimum røttu virðunum, og tað hevur stóran týdning fyri meg, sigur hann. Avtalan millum B36 og Magne Hoseth er galdandi fyri hetta kappingarárið. Eftir kappingarenda verður støða tikin til, um partarnir skulu halda fram við samstarvinum. Fyrsti dysturin við Magne Hoseth á síðulinjuni verður leygardagin 15. juni. Tá fær B36 vitjan av B68 í landskappingini. Fótbóltsfelagið B36 |
Greinar
December 2024
Categories |