Tað var Ole Erik Midtskogen sum legði KÍ á odda í 16. minutti, Jóannes Bjartalíð økti til 2-0 í 33. minutti við einum vøkrum brotssparkið og hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki var spæli so sum so, nógv spæl ímillum spælarnar og fáa avsluttningar, men tó Patrick Johannesen rakti stongina einaferð og Páll Klettskarð var nær við tvær ferðir. Sami Páll bleiv útskiftir og Jonn Johannesen kom inn fyri hann og hann takkaði fyri álitið og skallaði bóltin í málið eftir horna í 83. minutti og KÍ vann dystin lættliga 3-0.
Her myndir frá dystinum hósdagin.
SáH