Hetta í samstarvi við Human Performance Lab á granskingardeplinum iNOVA og Københavns Universitet, og við fíggjarligum stuðli frá altjóða svimjisambandinum FINA.
Les meira HER
JáH (y) 11.04.2018
Kelda: Gransking.fo
Norðoya Portalurin
Svimjisamband Føroya fer í næstum undir stóra verkætlan saman við Fróðskaparsetrinum til at byggja upp eina røð av standardtestum til føroyskar svimjarar. Hetta í samstarvi við Human Performance Lab á granskingardeplinum iNOVA og Københavns Universitet, og við fíggjarligum stuðli frá altjóða svimjisambandinum FINA. Les meira HER JáH (y) 11.04.2018 Kelda: Gransking.fo KÍ vann 3-1 á AB ígjár og var tað Jóannes Bjartalíð sum bleiv dagsins hetja. Hann gjørdi ikki mætari enn at skora øll málini hjá KÍ. Tvey í fyrra hálvleiki og eitt í seinna hálvleiki. Tað gingu 11 min., so hevði Jóannes Bjartalíð sett bóltin í netið hjá AB. Verjan hjá AB gjørdi fleiri misskjingar frammanfyri málið hjá teimum sjálvum og tað útnyttaði Jóannes og settið bóltin í málið til 1-0. Tá hálvum tími varð leiktir, fór Ronni Møller Iversen ígjøgnum og leggur ein góðan bólt til Jóannes Bjartalíð og hann takkar fyri og legði KÍ á odda 2-0, hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan. Í seinni hálvleiki var KÍ ikki at kenna aftur, AB hevði mestsum alt spæli og tað endaði eisini galið, Rasmus Dan Sørensen frá AB skoraði til 2-1 og fyrsta mál, sum er farið ígjøgnum hjá Meinhard Joensen í málinum hjá KÍ í hesum kappingarárinum. Hetta gjørdi, at KÍ vaknaði aftur og tá ið Páll Klettskarð bleiv hildin harðliga í brotssparkteiginum hjá AB, bleiv brotsspark dømt til KÍ og Jóannes Bjartalíð settið bóltin í málið og sostatt hattrick og dagsins maður. KÍ liggur á odda við 12 stigum fyri fýra dystir við fullum stigatali og hóskvøldið skal KÍ vestur til Sørvágs at leika ímóti 07 Vestur, teir liggja niðast við einum stigi. Vónandi heldur góða gongdin hjá KÍ fram. Koyr á KÍ. Her fleiri myndir av dystinum, klikk her "KÍ - AB 3-1". SáH Í gjár hevði KÍ vitjan av besta liðnum hjá Sandoynni B71 og KÍ vann uppiborið 4-1, eftir at hava verið frammanfyri 2-1 í hálvleikinum. KÍ er 13 stig saman við NSÍ, men KÍ hevur betur málmun +14, ímeðan NSÍ hevur málmun +6. Her fleiri myndir av dystinum, klikk her "1. deild KÍ-B71 4-1" Málini skutu: 1-0 David Langgaard 2-0 David Langgaard 2-1 Símin Hansen 3-1 David á Roykheyggi 4-1 Jóhan W. Høgnesen SáH Signhild Joensen úr Ægir slóð fyri løtu síðani føroyska metið í 100 metur rygg á langbana í suðri við tíðini 1:03.04. Tíðin er so góð, at hon er eisini niðanfyri kravtíðina til EM. Fantastiska flott Signhild Joensen. Enn einaferð staðfestur tú, at tú er besti kvinnuligu svimjarin í Føroyum. Nummar tvey gjørdist Maria Bjarnastein Antoft úr Havnar Svimjifelag og hon kom á mál 9 sekund aftaná Signhild, so her kann staðfestast, at Signhild er so klárt best í 100 metur ryggsvimjing í Føroyum, sjá tíðirnar herundir. SáH Tað eydnaðist Mjølnir at vinna trygt 3-0 á SÍ í kvøld og týdningarmiklu sigurin tryggaði Mjølnir pláss í FM Finaluna, sjálvt um teir hava tvær dystir eftir at leika. Mjølnir skal møta ÍF í finaluna og vera finalurnar leikar í Stórhøllini á Hálsi hóskvøldið 12. apríl kl. 20.00 og leygardagin 14. apríl kl. 16.00. Vónandi møta nógvir Norðoyingar til báðar dystirnar og tað kann fáa stóran týdning, at Mjølnir hevur áskoðarnar í sínum parti. Vit ynskja Mjølnir stórt tillukku við finaluplássinum. SáH Tað sær ikki serliga summarsligt út í Klaksvík í løtuni, men tó hava vit 9 stig. KÍ megnaði enn einaferð at fáa trý stig og nú hava teir vunnið allir sínar tríggjar útidystir á rað og liggja á odda við 9 stigum. Í dag vóru teir við Stórá í Trongisvági og leikti ímóti TB/FCS/Royn og tað eydnaðist teimum at vinna tepurt 1-0. Málið kom í fyrra hálvleiki, 26. min. vóru leiktir, Jóannes Bjartalíð legði bóltin innfyri og Deni Pavlovic stútaði bóltin í málið til 1-0. Hetta gjørdist eisini sigursmálið og vit liggja nummar eitt. Eisini eydnaðist tað okkara Stjørnuliðið at vinna á VB suðuri í Vági, so nú hava okkara lið heili 5 stig norður við og tað er ikki á hvørjum degi at vit fáa ein so góðan fong norður við. Stórt tillukku KÍ og Stjørnan. Næsti dystur er á heimavøllið ímóti AB og verður hann sunnudagin tann 8. apríl. Koyr á KÍ SáH Árliga Silvarenningin var ígjár. Kappast var í fleiri ymiskum bólkum, bæði gentur og dreingir og kvinnur og menn. Heiðursmerkir vóru latin til hvønn luttakara og var tað Norðoya Sparikassi sum lat tey. Skráin fyri renningina var hendan: 11.00 Gentur & Dreingir f.2012 ella seinni – umleið 425m 11.10 Gentur & Dreingir f.2010-2011 – umleið 425m 11.20 Gentur & Dreingir f.2008-2009 – umleið 425m 11.30 Gentur & Dreingir f.2006-2007 – umleið 850m 11.35 Gentur & Dreingir f.2002-2005 – umleið 850m 11.45 Kvinnur & Menn opin bólkur f.1973-2001 – 3,3 km 11.45 Kvinnur & Menn veteranar f.1963-1972 – 3,3 km 11.45 Kvinnur & Menn superveteranar f.1962 ella fyrr - 3,3 km Startur og mál var uttanfyri deildina hjá Norðoya Sparikassa og nógv fólk vóru komin saman. Áskoðarnir og rennarnir fingu kaffi, sunkist og frukt frá Sparikassanum. Veðrið var av tí allerbesta, sjálvt um tað var nakað kált, men tað var gott lag á fólkum og børnini hugnaði sær óført. her myndir frá renningini, klikk her "Silvarenningin 2018". SáH |
Greinar
December 2024
Categories |