Fimm teir fremstu svimjarnir við flest FINA stigum blivu heiðraði og hetta vóru ikki bara hvør sum helst. Signhild gjørdist nummar fimm, Magnus Jákupson bleiv nummar fýra og hinar sum vóru frammanfyri tey, vóru allar sum høvdu svomu í finalum á OL, so tað var eitt einastandandi avrit hjá Signhild Joensen.
Kappingin er nú liðug og svimjarnir hjá Ægir koma heim til Føroyar ímorgin við nógvum heiðursmerkjum, eitt føroyskt met og so stóra heiðurin hjá Signhild Joensen ídag.
Stórt tillukku øll somul og stóra takk til venjaran Jaime Arro.
SáH