Stóri spælarin hjá Team Klaksvík var Sámal á Tjaldrafløtti, sum skoraði heili 10 mál fyri TK.
Hálvleikstøðan var 10-13. til TK.
SáH
Norðoya Portalurin
So er Team Klaksvík komi ígongd aftur. Sunnudagin vunnu teir á KÍF og í gjárskvøldið vunnu teir 28-23 á STíF í Skála. Stóri spælarin hjá Team Klaksvík var Sámal á Tjaldrafløtti, sum skoraði heili 10 mál fyri TK. Hálvleikstøðan var 10-13. til TK. SáH Hetta er triðja kappingin í hesum kappingarárinum, at tey ungu í Ægir vinna, men hesaferð vann Havnar Svimjifelag líka nógvar kappingar sum Ægir, nevnliga 10 kappingar, Ægir vann tó fleiri silvurmedaljur og tískil vann Ægir kappingina. Stóri svimjarnir í Ægir gjørdist Sofía Toftegaard og Marius Steinhólm. Sofía vann fýra kappingar og Marius Steinhólm tríggjar og tá skal sigast, at Marius var illa fyri, tí hann hevði júst verið sjúkur. Her øll úrslitini í Fuglafirði, klikk her: "FS-stevnan november 2017" Vit ynskja Ægir tillukku. SáH Petur Reinert gevst sum FIFA-dómari. Í staðin verður tað Kári á Høvdanum, saman við Alex Troleis, ið næstu árini skal umboða Føroyar sum altjóða dómari Á hvørjum ári skal Fótbóltssamband Føroya innstilla verandi ella nýggjar dómarar og hjálpardómarar, ið kunnu átaka sær altjóða uppgávur úti í heimi. Síðani 2007 hevur Petur Reinert umboða Føroyar, men frá komandi ári verður leirvíkingurin ikki at síggja á listanum hjá FIFA. - Eftir ellivu fantastisk ár sum FIFA-dómari, havi eg valt at takka fyri meg. Tað setir stór krøv at vera altjóða dómari, og eg havi nýtt hvørja løtu á vøllum kring alt Europa. Men seinastu trý árini havi eg havt trupulleikar í hælsinuni, og nú gongur ikki longur. - Tíðin er nokk eisini komin har til, at onkur annar sleppur fram at, og eg fari at ynskja Kára á Høvdanum góða eydnu og alt tað besta sum FIFA-dómari, sigur Petur Reinert við heimasíðuna hjá FSF. Kári Jóannesarson á Høvdanum hevur dømt í nógv ár, og í 2014 fekk hann sín fyrsta dyst í fremstu deildini hjá monnum. Tað sermerkta við tí dystinum var, at annar av hjálpardómarunum var pápi hansara, Jónannes Mikkelsen. - Sjálvandi eri eg glaður fyri hendan heiður, og eg gleði meg til komandi uppgávur sum FIFA-dómari. Eg skal nokk eisini venja meg við, at nú fara spælarar, venjarar, áskoðarar og øll, ið fylgja við í fótbólti, at hava eitt serliga vakið eyga við mær. Men tað má eg bara liva við, sigur ein fegin Kári á Høvdanum. FIFA-listin 2018, umboðandi Føroyar, sær soleiðis út: Alex Troleis, dómari Kári á Høvdanum, dómari Andrew Christiansen, hjálpardómari Dan Højgaard, hjálpardómari Jan Hermansen, hjálpardómari Leygardagin leikti Mjølnir ímóti unga SÍ liðnum í meistaradeildini hjá monnum og Mjølnir vann uppiborið 3-0. Mjølnir liggur nú einsasmalt á odda við 15 stigum og nummar tvey er Fleyr við 10 stigum, øll liðini hava leikt 6 dystir, so Mjølnir er heilt sikkurt uppá at liggja nummar eitt restina av árinum, tí har er bert ein dystir eftir og hann er nú leygardagin kl. 17.30 í Badmintonhøllini og hann verður ímóit Fleyr. Tað hevur gingið serstakliga gott hjá Mjølnir í hesum kappingarárinum, teir hava vunnið allar sínar dystir higartil og vónandi heldur góða gongdin fram. Her nakrar av myndum frá dystinum ígjár, klik her "MM Mjølnir - SÍ 3-0" SáH Svimjisambandið hevur í vikuskiftinum skipa fyri venjingarlegu í Klaksvík, legan var fyri teimum svimjarum sum eru úttiknir til EM og NM/NJM 2017. Danski úrvalsvenjarin Bo Jacobsen hevur staðið fyri venjingini og tað hevur gingist avbera væl, eisini hevur ítróttarsálarfrøðingurin Jón Gregersen luttikið, saman við Ægir og HS venjarnum. Her nakrar myndir frá venjingini, klikk her "Landsliðslega í Klaksvík" Les meira um Bo Jacobsen, klikk her: "Bo Jacobsen Coaching" Les meira um Jón Gregersen, klikk her. "Jón Gregersen" SáH Fyrsta settið vann Mjølnir lættliga 25-14 og væntaði øll, at Mjølnir fór at hølvað TB av, men so var ikki. Í næsta settinum svaraði Tvørá kvinnurnar aftur, eftir at Mjølnir hevði broytt nógv uppá uppstillingina og tað gjørdi at TB kvinnurnar komu inn aftur í dystin og vunnu uppiborið settið 13-25 og støðan 1-1. Í triðja settið spældi Mjølnir aftur við næstan sterkastu uppstilling og vann Mjølnir settið 25-17. Í fjórða settið royndi venjarin Sofía Purkhús aftur aðrar uppstillingar og tað gekk sera gott í fyrstuni, har tær løgdu seg langt framum, men so byrjaði TB kvinnurnar at nærkast og so skiftið venjarin seg sjálva inn og tað gjørdi mun beinanvegin og við góðum spæli frá okkara kvinnum vann Mjølnir dystin 3-1. Mjølnir liggur á odda við 14 stigum og tær skulu ikki leika aftur í landskappingini fyrrenn í 2018 og tað verður ímóti Drátti á Giljanesi tann 15. januar. Løgin kapping, har eitt lið kann halda frí í tvær mánaðar. Støðan sæst her: "Landskapping meistardeild kvinnur" Her síggja til myndirnar frá dystinum, klikk her "Flogbóltur Mjølnir - TB 3-1" SáH Eyka úttøka til NM/NJM 2017 Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar afturat til Norðurlendsku Meistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna 2017, sum verður í Laugardalslaug í Reykjavík hin 1. til 3. desember 2017. Barbara Debes (2000), Ægir Lena Rannváardóttir (1998), Havnar Svimjifelag Lív Erlingsdóttir Eidesgaard (1999), Havnar Svimjifelag Niels Nattestad (1998), Havnar Svimjifelag Hartil er Markus Joensen (1996) úttikin fyri kravtíð klárað á DM fyri lið hin 17. desember 2017, og prógvað aftur nú á DM á stuttgeil 2017. Markus hevur sínar røtur í Havnar Svimjifelag, men venur við Lyngby Svømmeklub. Hinvegin hevur Marius Ihlen Gardshodn meldað avboð, vegna skúlauppgávu. Samlaða svimjilandsliðið til NM/NJM 2017 er sostatt fylgjandi 21 svimjarar: til NM 2017 (6 kvinnur og 5 menn) Alvi Hjelm (1996), Ægir Ásbjørg Hjelm (1999), Reysti Barbara Debes (2000), Ægir Jana Bjartalíð Thomsen (2000), Ægir Markus Joensen (1996), HS Lena Rannváardóttir (1998), Havnar Svimjifelag Lív Erlingsdóttir Eidesgaard (1999), Havnar Svimjifelag Niels Nattestad (1998), Havnar Svimjifelag Óli Mortensen (1996), Havnar Svimjifelag Róland Toftum (1998), Suðuroyar Svimjifelag Signhild Joensen (2000), Ægir til NJM 2017 (6 gentur og 4 dreingir) Alisa Vestergård (2003), Suðuroyar Svimjifelag Bartal Erlingsson Eidesgaard (2003), Havnar Svimjifelag Eyðrið Mortensen (2003), Havnar Svimjifelag Johan Nónskarð Dam (2002), Havnar Svimjifelag Martin Sivertsen (2002), Ægir Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir Rókur Trygvason (2000), Ægir Sára Ryggshamar Nysted (2001), Suðuroyar Svimjifelag Súsanna Tummasardóttir (2001), Havnar Svimjifelag Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag Venjarar og ferðaleiðarar verða kunngjørdir sum skjótast. Vegna starvsnevnd SSF Rókur Tað var ongantið nakar ivi um at VÍF fór avstað við sigrinum í KÍ høllini ígjár. VÍF legði seg á odda frá byrjan av og tær spældi sera skjótt, har tað sást at Stjørnuspælarnir ikki kundi fylgja við, eisini brendu Stjørnuspælarnir sera nógv. Hálvleiksstøðan varð 16-9 til VÍF. Í seinna hálvleiki helt VÍF áfram at spæla teirra skjóta spæl og eftir at Tóra bleiv tikin dekan ov hart, har hon smekkaði høvdið harðliga í gólvi og mátti skiftast út, so var tað bara spurningurin, hvussu nógv VÍF fór at vinna og tá ið dómarin hevði brígsla fyri stíðstu ferð, gjørdist endaliga støðan 34-21 til VÍF, ein fult uppiborin sigur. Í næsta dystinum skal Stjørnan møta StÍF á Skála. Her fleiri myndir frá dystinum ígjar, klikk her: "Stjørnan - VÍF 21-34" SáH Sólva A. Sigurðsson frá Ægir vann eitt flott gullmerkið í Køge Open ídag. Hon vann í 200 metur bringa við tíðini 2:50.38 og var tað 0.12 sekund frammanfyri nummar tvey, sum gjørdist Malou Carlsen frá Nakskov Svømme Klub og nummar trý gjørdist Delphine Møller frá Vest Brøndy Tíðin hjá Sólva var ikki tann besta hjá henni, men man hon vera sera glað at hon vann gull. Myndina hevur Norðoya Portalurin lænt frá Ólavur Hansen. Stórt tillukku Sólva A. Siðgurðsson, sera flott klára. SáH |
Greinar
July 2024
Categories |