eftir at tað stóð 1-0 í hálvleikinum.
Sostatt liggur KÍ einsamalt á odda við 20 stigum, nú 9 umførð eru leikt. Málini skutu Sølvi Fossdalsá, Bjarti Vágstún og Rudolf Eliasen, málið hjá Giza/Hoyvík skeyt
Rani Debes Christiansen.
SáH
Norðoya Portalurin
Leygardagin leikti 2. deild hjá KÍ oddadyst ímóti Giza/hoyvík og vunnu teir lættliga 3-1 á teimum, eftir at tað stóð 1-0 í hálvleikinum. Sostatt liggur KÍ einsamalt á odda við 20 stigum, nú 9 umførð eru leikt. Málini skutu Sølvi Fossdalsá, Bjarti Vágstún og Rudolf Eliasen, málið hjá Giza/Hoyvík skeyt Rani Debes Christiansen. SáH Í lítari samkomu í gjárskvøldið bleiv Klaksvíkar Billardfelag heiðra av Klaksvíkar Býráð. Tað var forðkvinnan í Mentunarnevndini Signhild V. Johannesen, sum handaði øllum leikarnum blómutyssið og ein kekk frá Klaksvíkar Kommunu uppá 8.000,00 kr. fyri teirra góða úrslit í hesum kappingar árinum, har Klaksvíkar Billardfelag gjørdi reint borð og vann allar deildirnar. Forðmaðurin í Klaksvíkar Billardfelag var burturskaddur og tískil tók kassameistarin Urbanus Olsen ímóti kekkinum. Onkrir av spælarnum vóru eisini sjúkir, eitt nú, Kristian Suni Høgnesen og Hallur Joensen, so luttøkan kundi verið betur til hesa samankomu, men vit fingu eina ríka løtu saman. Signhild V. Johannesen helt eisini eina góða røðu fyri Klaksvíkar Billardfelag. Røðan er prenta niðanfyri. Norðoya Portalurin ynskir eisini Klaksvíkar Billardfelag hjartaliga tillukku við góða úrslitinum, betur kann tað ikki gerast. SáH Røða, Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini helt fyri Klaksvíkar Billiardfelag á samkomu í felagshølum teirra 28. mai 2015. Ein av undangongumonnunum í billiardspæli, Haldor Holm, var ikki hvør sum helst. Sum ungur maður var hann limur í DSU, Dansk Sosialistisk Ung. Har vóru aðrir mætir menn sum Viggo Kampmannn; teir komu at kennast og knýttu vinarbond. Haldor flytir til Klaksvíkar, og seinni gerst Viggo danskur forsætismálaráðharri. Forsætismálaráðharrin kemur á Føroyavitjan og ynskir at heilsa upp á Haldor, men tíðarætlanin helt av einhvørjari orsøk ikki, og teir sóust ikki á teirri vitjanini. Kampmannn var so forharmaður, at næstu ferð danski forsætismálaráðharrin kom á vitjan, hesaferð var tað Jens Otto Krag, heitti Kampmannn á Krag um at fáa Haldor Holm við á skránna. Tað eydnaðist, og kom forsætismálaráðharrin við fylgi til ábit, í dag kanska kallað brunsj. Við í fylginum vóru embætisfólk og løgmaður, Hákun Djurhuus. Haldor spyr forsætismálaráðharran: “Må jeg få lov at spørge Dem et spørgsmål?” “Gerne” svaraði forsætismálaráðharrin. “Hvad hed den danske statminister i 1920?” “1920? ... hmmm?” Allir at klóra sær í nakkanum, og fleiri nøvn vórðu nevnd, m.a. Zale, men nei Jens Otto Krag visti ikki. Løgmaður og onnur royndu at hjálpa forsætismálaráðharranum. Aftan á mikið høvuðbrýggj sigur Haldor: “Jeg mente, hvad hed De i 1920?” Hóast Haldor hoyrdi, at teir misskiltu spurningin, læt hann kjakið fara so langt, at tað bleiv pínligt. Nøkur ár seinni var Haldor í Danmark og hevði fingið avtalu við Jens Otto Krag at koma framvið at heilsa uppá, tá sigur Krag: “Ikki gloymi eg spurningin hjá tær, havi fortalt tað fyri fleiri av mínum vinum, helt tað ikki vera lítið frekt.” Soleiðis kenna nøkur av tykkum kanska Haldor Holm. Eitt lítið felag við stórum menningarmøguleikum og vilja. Tit hava virkuliga víst í verki, at tit kunnu og hava markerað Klaksvíkar Billiardfelag sum eitt felag við stórari framgongd. FM- vinnarar í 1. deild, vinnarar í 2. deild og vinnarar í 3. deild. Eisini hava tit met í at vinna Føroyameistaraheitið fyri lið og einstaklingar og met í at vinna Haldor Holm cup kappingina. Tit eru teir bestu í landinum. Smáir men knáir, sigur orðatakið, ikki kann sigast annað um eitt felag við 30 limum, sum kortini megnar at seta seg á heimskortið í Føroyum. Tað er altíð hugaligt at síggja fólk, sum brenna fyri sakini, og tað gera tit so sanniliga. Tit hava hugnað um og gjørt hesi hølini betri, og trivnaðurin er hareftir. Øll tann orkan og øll tann tíðin, tit brúka í felagnum og í húsinum, er gull verd. Kanska eru hvørki vit ella tit greið yvir, hvat tit gera fyri samfelagið, og hvat tit leggja eftir tykkum. Tit skapa virðing, trivnað og nøgdsemi, nakað sum onnur taka til sín og njóta gott av. Eg kann ikki annað enn fegnast um, at vit funnu eina nøktandi loysn við hesum hølunum. Eru tit nøgdir, eru vit tað eisini. Nøgdsemi og framgongd hjá felagnum smittar av sær í lokalsamfelagnum og slær ringar í sjógvin. Eg ynski tykkum hepna hond framyvir. Hjartaliga til lukku og takk fyri, at tit góvu tykkum stundir at líða á. So fari eg at biða FM-vinnarnar í 1. deild - Hallur og Kristian Suna - vinnarnar í 2. deild - Allan og Petur Joleiv - og vinnarnar í 3. deild - Hans Jacob og Rana - koma higar. Harumframt vil eg eisini hava formannin í felagnum at koma higar. Hjartaliga til lukku. Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini Kl. 17.00 ígjár svam Cecilia Wigant Eysturdal frá Syðradali og heilt til dráttin hjá Klaksvíkar Róðrafelag, har hópin av fólki tóku ímóti henni. Tað tók henni 1 tíma og 20 min. at svimja teinin. Hon var sera troytt, tá ið hon trivlandi kom íland á Biskopstøð og har tóku foreldur og øll familjan ímótir henni og foreldrini royndi at balla hana inni í heit klæðir. Hon var sera køld, men sera glað. Nú er at vóna at onkur stórir sponsorur ferð at stuðla henni, nú hon skal umboða Føroyar til NM í havsvimjing "Open Water" í Svøríki í august. Formaðurin í Ægir Símun á Høvdanum, gav henni eitt lítið ískoyti vegna Maverick Barr og Klaksvíkar Timburhandil og heitti somuleiðis á fyritøkur at stuðla. Sera flott klára av Cecilia, vit eru øll stolt av tær og tínari familju, sum altíð stendur við tína lið og stuðlar tær. SáH Cecilia W. Eysturdal venur fram ímóti NM í havsvimjing (Open Water), sum verður í Svøríki í august mánað. Í sambandi við hesum fer hon at gera eina roynd at svimja av Syðradali til Klaksvíkar, sum fyrireiking til summarið. Líkindini eru sera góð, og tí er hetta ein sera spennandi roynd. Væntandi ferð hon frá Syðradali kl. 17.00 Hetta skrivar Cecilia á sínum Facebook veggið: So verður tað enduliga. Í morgin fari eg nevniliga at gera eina roynd, at svimja frá Syðradali til Klaksvíkar. Hetta er ein sera spennandi teinur og er í øllum førum ein roynd verd. SáH 1. kvinnuliðið hjá KÍ vann ein knúsandi sigur á ÍF-Víkingi ídag, heili 7-0 og kundi sigurin verið uppaftur størri. Málini skutu: 11. min. Maria K. Thomsen 1-0 26. min. Rannvá Andreasen 2-0 35. min. Malena Josephsen 3-0 47. min. Maria K. Thomsen 4-0 62. min. Hervør Olsen 5-0 65. min. Rannvá Andreasen 6-0 60. min. Eyðvør Klakstein 7-0 SáH Hósdagin 21 mei kl. 15.30 verður bjóðað til skeið/ fyrilestur við Carl Fredrik Johanson í skúlanum við Løgmannabreyt. - varir uml. 3 tímar. Svøríki hevur seinastu árini lagt stóran dent á talv í skúlunum, og tað kemur Carl Fredrik, sum er ein av undangongumonnunum og forseti í Svenska Talvsambandinum, at greiða frá. Høvuðsboðskapurin er, at talv er einfalt og hevur nógvar ágóðar. Tað er ikki neyðugt at duga mannagongdina, og tað er ókeypis at luttaka - øll eru hjartaliga vælkomin. Fríggjadagin 22 mei kl. 15.30 verður sama skeið (stað lýst nærri mikudagin). Seinna skeiði er eitt sindur meira ætlað teimum, ið duga mannagongdina - tað er tó eingin treyt. Talvsamband Føroya |
Greinar
July 2024
Categories |