KÍ vann sannførandi á NSÍ 4-1, eftir at verið afturút 1-0, tá ið 7. min. vóru leiktir. NSÍ fekk horna í høgru síðu og har gjørdist Pól Jóhannus Justinussen púra fríður og stútaði bóltin í málið til 1-0.
Hetta tendraði KÍ og so bleiv tað eitt KÍ show restina av dystinum. Seimir Hadzibulic skoraði eitt flott mál í 15. min. til 1-1, Jóannes Bjartalíð skoraði til 2-1 í 26. min. og sami Jóannes Bjartalið skoraði eitt flott brotsspark í netið í 35. min. og tá átti NSÍ verjuleikarin at fingið reytt kort, men dómarin lat sum luft.
Í seinna hálvleiki økti Páll Klettskarð til 4-1 og so var tað, sum ikki mátti henda, David Langgaard fekk reyða kortið á miðjuni, tá ið góðir tími var leiktir, eftir at Seimir Hadzibulic bleiv slakaður niður og dømarin, sum ikki var sína uppgávu vaksin í tí støðuni, dømdi einki, men tá ið David taklaði ein NSÍ leikara beint aftaná, tá dømdi dómarin og gav David reyða kortið, ikki gott nokk Petur Reinert.
KÍ helt støðuni og kundi væl økt um leiðsluna, men dysturin endaði 4-1 til KÍ og tað er langt síðani, at so nógvir glaðir áskoðarar hava verið við vøllin í Klaksvík.
Super flott KÍ.
SáH