KÍ byrjaði stak væl og longu í fyrsta minutti legði Jóannes Bjartalíð KÍ á odda og var KÍ heppið, so skuldi tað staðið 3-0 eftir 5. min., men bólturin vildi ikki inn. Málmaðurin hjá TB stóð ein branndyst og bjargaði hann ikki, so rakti KÍarnir stengurnar.
KÍ hevur onkuntíð hug at sleppa dystinum og tað hendi eisini ídag. Fara so pillbýtt at spæla bóltin aftureftir, ístaðinfyri at spæla frameftir og í seinna hálvleiki var heilt galið. Haldi málmaðurin hjá KÍ hevði bóltin flest ferðir hjá KÍ, har KÍarnir ferð aftaná ferð spældi aftur til hann. Forstandi ikki handan taktikkin, men kanska er tað ein onkur góð forkláring uppá tað, men vakur fótbóltir er tað ikki.
Støðan helt sær allan dystin og vann KÍ uppiborið 1-0 og gjørdist Jóannes Bjartalíð dagsins maður.
SáH