Við einum knúsandi sigri uppá 7-2 á ÍF/Víkingini, vunnu KÍ kvinnurnar sítt 15 føroyameistararskap á rað og er hetta somuleiðis heimsmet. Í hálvleikinum var støðan 3-1 til KÍ og nakað inn í seinna hálvleik minkaði ÍF/Víkingur um munin til 3-2, men so fór maskinan hjá KÍ ígongd og endaliga úrslitið gjørdist 7-2 til KÍ. Norðoya Portalurin ynskir KÍ hjartaliga tillukku við Føroyameistaraskapinum og við heimsmetinum. Tit eru stoltleikin í Klaksvík. SáH Ídag klokk 14.00 verður møguliga skriva søga á Djúpumýru. Tá skulu KÍ kvinnurnar leika dyst ímóti ÍF/Víkingi og vinna tær dystin, so sláa tær heimsmet, við at vinna flest meistaraskap í trekk, heilið 15 í tali. Spennandi verður og væntandi vera tað nógvir Klaksvíkingar, sum fara niðan á vøllin ídag. Maverick Barr hevur sjálvandi opið í hesum sambandinum. Vit ynskja KÍ góða eydnu við dystinum, her mynd av teimum fyri 14 árum síðani. Koyrá KÍ. SáH Hópin av myndum herundir: Ein lýsandi stjørna er slóknað Hósmorgunin bórust tungu boðini um, at EB/Streyma- og U21-landsliðsleikarin, Gunnar Zachariassen, hevði latið lív í eini syndarligari arbeiðsvanlukku í Havn hósnáttina. Í slíkum stundum, tá ið nakað so meiningsleyst hendir, leita okkara tankar fyrst og fremst til tey avvarðandi hjá Gunnari, familjuna, unnustuna, liðfelagar og onnur, ið stóðu honum nær. Hjá tykkum er uttan iva eins og hjá øllum øðrum trupult at skilja, tað ið er hent. Má Harrin styrkjatykkum í hesi sváru tíð. Gunnar Zachariassen var ein lýsandi stjørna í føroyskum fótbólti, sum tey flestu spáddu eina ógvuliga bjarta fótbóltsframtíð. Hann hevði longu væl og virðiliga gjørt vart við seg á U21-landsliðnum, har hann hevði skorað fýra mál í tólv dystum. Tey flestu mettu tað bara vera ein spurning um tíð, áðrenn hann eisini bleiv boðsendur til at vera við á A-landsliðnum. Árið í ár var bert triðja árið hjá Gunnar í føroyskum fótbólti. Hann hevur búð tað mesta av sínum barndómi í Danmark, men í 2012 kom hann til Føroya og fór at spæla við B36. Men áðrenn hetta var hann longu knýttur at føroyskum landsliðsfótbólti, tí í 2010 var hann við á U19-landsliðnum, og árið eftir var hann á fyrsta sinni við á U21-landsliðnum bert 19 ára gamal. Fótbóltssamband Føroya vil við hesum vísa okkara djúpastu samkenslu við tykkum, ið hava mist, og vit vilja við hesum lýsa frið yvir minnið um bóltsnillingin Gunnar Zachariassen. Fótbóltssamband Føroya |
Greinar
September 2024
Categories |