Norðoya Portalurin og News.fo vóru og søgdu KÍ-arnum og hjálparfólkum farvæl og ynski teimum góða eydnu.
Her filmsklipp tikið upp í morgun, sjá link herundir.
SáH
Norðoya Portalurin
Klokkan 05:45 fór bussurin við KÍ leikarnum frá KÍ høllini og ferðin hjá KÍ til Sveis er byrjað.
Norðoya Portalurin og News.fo vóru og søgdu KÍ-arnum og hjálparfólkum farvæl og ynski teimum góða eydnu. Her filmsklipp tikið upp í morgun, sjá link herundir. SáH Her myndir tiknar í søguliga Europa Leaque dystinum ímillum KÍ – FK Riteriai tann 16. juli og sum endaði 0-0, sostatt skrivaði KÍ søgu, tí hetta er fyrstu ferð at KÍ spælir seg víðari til triðja umfar. Fyrri dysturin endaði 1-1 í Vilnius og tískil kom KÍ víðari grunda á útibánamálið, sum Jákup Andreasen skoraði. Her 109 myndir, klikk link her, "Fótbóltur KÍ - FK Riteriai 0-0". SáH Atgongumerkir til seinna dystin ímillum KÍ og FK Riteriai sum verður á Svangaskarðið týsdagin kl. 18.00 kunnu keypast í forsølu á atgongumerki.fo. Keyp her: https://ki.atgongumerki.fo/webshop/event/944455/order/info Forsølan av atgongumerkjum er bert umvegis okkara netskipan, og heldur hon áfram til týsdagin kl. 12.00. Um tað ikki er útselt tá verður durðasøla har prísurin á atgongumerkjunum hækkar til 150 kr. fyri vaksin og 100 kr. fyri børn. Børn undir 7 ár sleppa ókeypis inn, men hesi skulu eisini hava eitt atgongumerki at vísa við dyrnar, hettar fæst eisini á netskipanini. Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði KÍ fjepparar og onnur áhugaði. Hava tit trupuleikar við at keypa, kunnu tit ringja til Atgongumerki.fo á tlf. 308500. KÍ megnaði at spæla javnleik ímóti Riteriai og tað er sera gott útgangsstøði, tá KÍ skal møta Riteriai á Svangaskarði um eina viku. KÍ byjraði nógv best og vóru sera vandamiklir tann fyrsta hálva tíman, men so byrjaði Riteriai at taka yvir og komu meira og meira inn í spæla, men KÍ vardi væl og í hálvleikinum var javnleikur 0-0. KÍ fekk eina sjokkbyrjan í seinna hálvleiki, har Riteriai legði seg á odda beinanvegin 1-0, men tíbetur fekk KÍ javnað til 1-1 løtu seinni og tað var eitt sera frekt mál. KÍ hevði hornað í vinstru síðu og har snýttið teir verjuna hjá Riteriai, so tað stóð eftir, verjan hjá Riteriai hildu at Simen Rasen fór at skjóta, men Jóannes Bjartalíð var skjótir og legði bóltin væl innfyri og har snittaði Jákup Andreasen bóltin í málið og Kí Javnaði til 1-1. Eitt sera gott úrslit. KÍ var eitt sindur heppið í teimum seinastu minuttinum, tí tá rakti Riteriai stongina, men bólturin fór tíbetur ikki inn og dysturin endaði 1-1 og liðskiparin hjá KÍ Jákup Biskopstø Andreasen kann vera sera glaður, hann skoraði eitt sera týdningarmikið mál, sum kann fáa avgerandi týdning, tí mál á útivøllið hava sera nógv at siga. Stórt tillukku KÍ. SáH Tað er í dag at fyrru Europa League dysturin ímillum Riteriai – KÍ verður spældur í Vilnius og byrjar dysturin kl. 17:30 Dysturin verður stroymdur og tit kunnu síggja dystin beinleiðis í Maverick Barr. Vit hita sjálvandi upp kl. 17:00 og eru tit í bláum fjeppaklæðum, so fáa tit tilboð uppá leskaligar drykkir í barrini. Koyr á KÍ. SáH Her kann dysturin stroymast, klikk her “EEFA Eruopas tauré “Riteriai – Farerq salu “Klaksvík”
Tað gongur gott at leggja nýggja vøllin á í Djúpumýru og í vikuni komu eisini strikurnar upp á pláss.
News.fo og Norðoya Portalurin vóru og heilsaðu upp á arbeiðsmennirnar ígjár og teir stríddist av øllum alvi fyri at fáa vøllin lidnan og vit tóku nakrar myndir av vøllinum. Nú manglar bara tað fína arbeiðið eftir og at koyra grøna gummi á vøllin. Í kvøld spælir KÍ Europa League í Vilnius í Litavia ímóti Riteriai og tann dysturin byrjar klokkan 17:30. Verður hann stroymaður, so letur Maverick Barr upp kl. 17:00. Koyr á KÍ. Her filmsklipp og myndir. SáH Óli Mortensen vann sannførandi í 800 metur frí við tíðini 8:09.94 og var tað fýra sekund betri enn nummar tvey, sum gjørdist Isaac Dodds frá Jersey, hann kom inn við tíðini 8:13.88 og so kom Jóhan Nónskarð Dam við persónliga bestu tíð og fekk eina flotta bronsumedalju og hansara tíð var 8:19.01. Stórt tillukku tit báðir. Her filmsklipp frá KVF, klikk her “Óli og Johan vunnu gull og bronsu” SáH Signhild Joensen hevur júst vunnið 200 metur rygg við tíðini 2:11.24 á Oyggjaleikunum á Gibraltar og setti eisini nýtt Oyggjaleikamet. Tað var ikki hennara besta tíð, men tað gerð einki, tí á Oyggjaleikinum geldur tað um at vinna gull og tað gjørdi hon sannførandi. Nummar tvey gjørdist Gemm Atherley frá Jersey við 2:13.77 og nummar trý gjørdist Tatiana Tostevin frá Guernsey við tíðini 2:18.09. Stórt tillukku Signhild Joensen. SáH Vár Eidesgaard vann enn eitt gull á Gibraltar og vann hon sera spennandi kappingina í 50 metur frí við tíðini 26.11 og tað er bert 0.06 sekund frá Føroyska metinum hjá Gudrun, sum er sera gamalt eftir hondini, tað settið Gudrun Mortensen tann 11. desember í 2011 í Íslandi. Nummar tvey gjørdist Laura Kinley frá Isle of Man við tíðini 26.40 og Olivia Marshall bleiv nummar trý, eisini frá Isle of Man við tíðini 26:41, bert 0.01 sekund frá tíðini sum gjørdist nummar tvey. Barbara Debes kom inn við tíðini 17.18 sekund. SáH Vár Eidesgaard er í hopla á Gibraltar. Hon hevur akkurát svomi 400 metur medley og vann sannførandi við tíðini 4:17.18 og tað er eisini hennara besta tíð og enn einaferð settið hon Føroyskt met. Nummar tvey gjørdist Gemma Atherley frá Jersey við tíðini 4:24.40 og nummar trý gjørdist Isla Mackenzie Budge frá Western Isles við tíðini 4:26.11. Flott svomi Vár Eidesgaard. SáH |
Greinar
December 2024
Categories |